Reyni Service 40 ár við Toyota

Í mai mánaði eru liðin 40 ár, síðani Reyni Service gjørdist føroyskt Toyota umboð. Hetta verður markerað við serligum gávum til øll, sum keypa bil frá Reyni Service í mai 2020.

Reyni Service er ein gomul fyritøka, ið hevur røtur heilt aftur til 1947, tá Sigird av Reyni (1916-1994) stovnaði fyritøkuna, sum seinni skuldi blíva ein tann stórsta av sínum slagi í landinum.

Sigird av Reyni varð borin í heim 8. september 1916, sonur Jens av Reyni í Havn. Eftir lokna skúlagongd fór hann í elektrikara læru á el-verkstaðnum úti á Rundingi í Havn. Seinni fór hann niður til Danmarkar at útbúgva seg til el-installatør. Meðan hann var í Danmark brast seinni verðaldarbardagi á, og hann slapp ikki heim aftur, fyrr enn bardagin var av. Hann arbeiddi eina tíð hjá DOMI í Glostrup og áðrenn hann kom aftur til Føroya, hevði hann gjørt avtalu við teir um at umboða Morris bilarnar í Føroyum.

Tá hann kom heimaftur í 1946 yvirtók hann verkstaðin og bygningin hjá pápa sínum niðri í Rættará. Í februar 1947 læt hann upp har við bilverkstaði og el-installatørvirki. Virksemið var stórt á verkstaðnum, og hóast Sigird alla tíðina hevði havt umboðið og søluna av bilunum um hendi, hava aðrir havt verkstaðin undir hond, fyrst Frits Jensen  og seinni Sverri Djurhuus.

Í 1969 varð Eivind av Reyni, sonur Sigird, útlærdur sum bilsmiður. Hann hevði staðið í læru hjá Frits Jensen í Gundadali og yvirtók nú verkstaðin. Við tíðini gjørdist ov trongligt í Rættará og æltanir vóru lagdar um at byggja nýggj hølir til fyritøkuna, sum umboðaði British Leyland bilmerkini: Morris, MG, Rover og Jaguar. Eitt grundøki varð keypt í Hoyvíkshaganum, og í 1978 flutti Reyni Service inn í stóran virkisbygning við Vegin Langa. Í 1980 fekk Reyni Service umboð fyri Toyota. Av tí at bilasølan er vaksin nógv hesi árini hevur fleiri ferðir verið neyðugt at byggja út vegna plásstrot. Fyritøkan er býtt upp í hesar deildirnar, bilasølan, eykalutagoymslan, mekaniski verkstaðurin, plátu- og lakkeringsverkstaðurin og Tidy Car, umframt skrivstovu og fyrisiting og eina deild í Klaksvík. Stjóri hjá Reyni Service er Sámal av Reyni.  

Í sambandi við at Reyni Service hevur umboðað Toyoyta í 40 ár, eru gávukort, sum eru galdandi allan mai mánað við eini serstakari gávu til teirra, sum keypa bil – bæði nýggjan sum brúktan frá Reyni Service. Saman við bilinum fylgir nevnliga eitt vikuskiftið fyri tvey á nýggja Hilton Garden Inn Faroe Islands, sum nú er um at standa liðugt. Hartil er eisini eitt gávubræv fyri tvey at uppliva Vestmannabjørgini.