Reyni Service merkir eisini minkingina

- Sølan av bilum minkaði eini 20% í fjør, og alt bendir á, at minkingin í ár verður 20% aftrat, sigur Eivind av Reyni, stjóri

Bilasøla

Tað er ikki ein rúkandi bilasøla í løtuni, sum hevur fingið P/F Reyni Service at keypa økið sunnanfyri bilasøluna hjá P/F Meinhardti Arge við Oyggjarvegin.
Eivind av Reyni, stjóri, sigur, at bilasølan í fjør minkaði við umleið 20%, og tey vænta, at minkingin í ár eisini fer at verða eini 20%.
Spurdur, hvussu gingist hevur við bilasøluni hjá Reyni Service, sigur hann, at minkingin hjá teimum hevur fylgt miðaltalinum, t.v.s. at sølan er minkað við umleið nevndu 20% um árið - seinastu tvey árini.
- Hetta er ein rættiliga stór minking, og vit mugu bara ásanna, at vit hava mist sama marknaðarpart sum hinir, ið selja bilar. Vit teljast millum tær stóru bilasølurnar í landinum, og tí er ikki undarligt, at vit eisini missa sama marknaðarpart sum hinir.
Eivind sigur, at summar bilasølur hava havt eina minni minking ? og aðrar eina uppaftur størri enn hesi 20% seinastu tvey árini.

Flestar bilar

Stjórin fegnast tó um, at Toyota-bilarnir, sum P/F Reyni Service selir, eftir øllum at døma verða mest seldu bilar í ár.
- Tann 1. november lógu vit einar 70 bilar frammanfyri Mazda-bilarnar, sum lógu á øðrum plássi. Í fjør vórðu nakrir fleiri Mazda-bilar seldir enn Toyota-bilar, sigur Eivind av Reyni at enda.