RFF: Finnið fram endurskinini

– Nú heystið følist í lotinum, gerst eisini myrkt og skýmligt á morgni og kvøldi – og vit minna tí stór og smá á at finna fram endurskinini.

 

– Nú heystið følist í lotinum, gerst eisini myrkt og skýmligt á morgni og kvøldi – og vit minna tí stór og smá á at finna fram endurskinini.

 

 

Tað sigur Ferðslutrygd, sum nú myrkrið stundar til minnir fólk á at nýta endurskin.

 

Fólk til gongu hava lyndi at halda, at síggja tey bilin, sær bilførarin eisini tey. Veruleikin er tó, at í skýming og myrkri er nærum ógjørligt hjá bilførarum at síggja teg, ert tú ikki í endurskini. Tí er tað bílig lívstrygging altíð í minsta lagi at nýta eitt endurskin, tá tú ert til gongu í myrkri ella skýming.

 

Við at vera í endurskini minkar tú um vandan at verða ákoyrd/ur við umleið 85%. Tí við endurskini gerst tú munandi sjónligari í myrkri, sum økir merkisvert um trygdina, tí bilførarin fær stundir at bremsa, gerst tað neyðugt.

 

Uttan endurskin ert tú nústani sjónlig/ur á 25-30 metra fjarstøðu, meðan tú við endurskini sæst í myrkri á 140 metra fjarstøðu, tá bilførarin brúkar nærljós. Við fjarljósi sær bilførarin teg á 400 metra fjarstøðu. Í tættbygdum øki hevur bilførari við nærljósum og 50 km/t ferð tvey sekund at varnast teg, um tú ikki ert í endurskini. Við endurskini hevur bilførarin 10 sekund – sum í hesum høpi kann vera munurin millum lív og deyða. (Kelda: www.toi.no)

 

Á myndini er tað Hjørleif Simonsen, sum er 7 ár, og byrjaður í 1. flokki í Tórshavnar kommunuskúla. Eftir skúlatíð gongur Hjørleif á Miðstovninum, sum hann heldur vera ”verðins besta frítíðarskúla”. Hjørleif er glaður fyri endurskinsvestin. Allir 1. floksnæmingar hava fingið endurskinsvest frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar.

 

Les meiri um endurskin á rff.fo undir ‘Endurskin’ VIÐ AT TRÝSTA HER.