RFF minnir á endurskin

Nú vit nærkast vetrinum minnir Ráðið fyri Ferðslutrygd fólk á at finna fram endurskinini.

Fólk til gongu hava lyndi at halda, at tá tey síggja bilin, sær bilførarin eisini tey. Veruleikin er tó, at í skýming og myrkri er nærum ógjørligt hjá bilførarum at síggja teg, ert tú ikki í endurskini. Tí er tað bílig lívstrygging altíð í minsta lagi at nýta eitt endurskin, tá tú ert til gongu í myrkri ella skýming.

Við at vera í endurskini minkar tú um vandan at verða ákoyrd/ur við umleið 85%. Tí við endurskini gerst tú munandi sjónligari í myrkri, sum økir merkisvert um trygdina, tí bilførarin fær stundir at bremsa, gerst tað neyðugt.

Uttan endurskin ert tú nústani sjónlig/ur á 25-30 metra fjarstøðu, meðan tú við endurskini sæst í myrkri á 140 metra fjarstøðu, tá bilførarin brúkar nærljós. Við fjarljósi sær bilførarin teg á 400 metra fjarstøðu. Í tættbygdum øki hevur bilførari við nærljósum og 50 km/t ferð tvey sekund at varnast teg, um tú ikki ert í endurskini. Við endurskini hevur bilførarin 10 sekund – í hesum høpi kann tað vera munurin millum lív og deyða.

Endurskinini skulu vera so lágt sum gjørligt, so at billyktirnar raka tey. Tey eiga at vera sjónlig frá øllum síðum. Ansa eftir, at taskur, turriklæði og líkandi ikki koma fyri endurskinini.

Um tað er nógvur tekstur á endurskininum, kastar tað ikki ljósið aftur, og tað gerst tískil minni sjónligt. Fyri endrskin við teksti er galdandi, at í minsta lagi 15 cm2 av reflekterandi tilfarinum skal vera uttan prent, fyri at endurskinið kann viðmælast.

Endurskin eiga at verða viðlíkahildin við at vaska tey av og á. Men eftir nøkur ára nýtslu, eiga tey at verða skift út. Tá eru tey farin at slítast og virka tí verri.

Leyst endurskin skal hanga í bandi, so tað sveiggjar frítt aftur og fram, tá tú gongur. Tað er best at hava eitt endurskin hangandi á hvørjari síðu. Tú kanst til dømis festa tey í jakkalumman, men ansa eftir, at tey ikki festa seg í jakkan og tí ikki síggjast.

Endurskin á buksunum eru ein góð loysn. Endurskin um beinini kunnu verða smoygd upp á beinini ella fest við karðalási. Tað hevur stóran týdning, at tey síggjast úr øllum ættum.

Velur tú endurskinsbond, skulu tey verða seymað allan vegin runt um ermur ella brøkur. Soleiðis síggjast tey úr øllum ættum.

Klisturmerki við endurskinum kunnu klebrast á klæði, tasku, skógvar ella líknandi. Tey skulu festast so lágt sum til ber, og eiga at vera bæði framman og aftan fyri.

Endurskinsvestar eru eisini ein góð loysn bæði til gongu, ella tá tú rennur ella súkklar. Tú gerst munandi sjónligari, tá vesturin hevur breið endurskin allan vegin runt. Børn eru í lyktahædd, og tí síggjast tey væl, um tey eru í endurskinsvesti. Endurskinsvestur er eisini hentur at hava liggjandi í bilinum, skuldi bilurin punkterað ella steðgað upp.