RFF samstarvar við kommunur um gáloysniátak

Mánadagin 29. apríl byrjar eitt nýtt átak hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, har samstarvað verður við 15 kommunur og løgregluna um eitt átak at mótarbeiða gáloysni í ferðsluni

– Málið er, at tað skal gerast ein sjálvfylgja at lata telefonina liggja, tá ið vit koyra bil. Tað skal verða líka sjálvsagt sum tann hugburðsbroytingin, sum er farin fram við rúsdrekkakoyring. Í dag eru flest øll púra samd um, at rúsdrekka og bilkoyring hoyra ikki saman. Tað sama skal eisini vera galdandi fyri hugburðin til gáloysni og at vit koyra bil, tá ið vit koyra bil. Tað skal so lítið til, áðrenn gáloysni hevur við sær vanlukku við álvarsligum avleiðingum, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.  

Útlendskar kanningar vísa, at gáloysni er partur av triðju hvørjari deyðsvanlukku í ferðsluni, og vit hava neyvan orsøk at halda, at tað er munandi øðrvísi í Føroyum, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd í tíðindaskrivi.


15 kommunur við í átakinum

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur gjørt avtalu við 15 av kommununum í landinum, tað vil siga meira enn helvtini, at tær eisini vera við í átakinum. Talan er um fleiri av fólkaríkastu kommununum í landinum, millum annað Tórshavn, Klaksvík, Vága, Nes, Eystur og Fuglalafjarða kommunur.

- Vit gera hetta fyri at geva átakinum størri slagmátt. Kommunurnar eru vegmyndugleiki á stórum parti av landsins vegateinum og teirri ferðslu, ið ferðast har. Eisini hava kommunurnar serligan kunnleika til egin lokaløki og borgarar og á henda hátt kann boðskapurin frá átakinum koma út, júst har hann ger mun. Tí eru vit sera takksom fyri, at so nógvar kommunur taka undir við átakinum, sigur Lovisa Petersen Glerfoss.


Løgreglan við ‘tig og koyr’ - sleikisneisum

Eisini løgreglan ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er. Løgreglan býtir eisini út ‘tig og koyr’-sleikisneisir til bilførararnar, sum verða steðgaðir.

– Eg vænti at løgreglan býtir út til øll, ið ynskja at móttaka og ikki bara til “syndararnar”, sigur Lovisa.

Kommunurnar hava fingið pakkar við klistrimerkjum, sleikisneisum og øðrum tilfari, sum tey fara at seta fram á almennum støðum og deila út.

 

Føroyingar um gáloysni

Í Gallup-kanning hjá RFF sæst, at 85% av føroyingum meta, at gáloysni hevur sera stóran ella stóran týdning fyri talið av álvarsligum ferðsluvanlukkum.

Men bert 57% siga seg ongantíð tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil.

Heili 17% siga seg tosa í handhildna telefon, meðan tey sjálvi koyra bil, 2-4 ferðir um vikuna, ella dagliga!

Vit vita sostatt at gáloysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur ting enn at koyra bil, tá ið vit koyra bil, vísir Lovisa á.

– Málið er, at tað skal gerast ein sjálvfylgja at lata telefonina liggja, tá ið vit koyra bil. Tað skal verða líka sjálvsagt sum tann hugburðsbroytingin, sum er farin fram við rúsdrekkakoyring. Í dag eru flest øll púra samd um, at rúsdrekka og bilkoyring hoyra ikki saman. Tað sama skal eisini vera galdandi fyri hugburðin til gáloysni, og at vit koyra bil, tá ið vit koyra bil. Tað skal so lítið til, áðrenn gáloysni hevur við sær vanlukku við álvarsligum avleiðingum, sigur Lovisa Petersen Glerfoss. 


Hvat er gáloysni?

Gáloysni í ferðsluni er alt tað, sum tú gert, sum einki hevur við koyringina at gera, verður sagt í tíðindaskrivinum. Til dømis:

  • tú tosar í telefon ella skrivar/lesur SMS
  • tú innstillar útvarp ella tónleik
  • tú tekur okkurt upp av gólvinum
  • tú etur, drekkur ella roykir
  • tínir tankar eru aðrastaðni

Vandin fyri vanlukku veksur munandi, tí tú reagerar seinni, eisini í óvæntaðum støðum.

  • Gáar tú ikki um ferðsluna í fá sekund, kann tað til dømis hava við sær, at tú kemur í mótkoyrandi koyribreyt ella ikki gevur tær far um onnur í ferðsluni. Hesum vilja vit byrgja fyri við átakinum, "5 sekund = 111 metrar við 80 km/t". 111 metrar er nevniliga teinurin, ið tú koyrir í blindum, um tú hyggur burtur í 5 sekund við 80 km/t. Endamálið er at fáa bilførarar at hugsavna seg um koyriuppgávuna og at minka um talið á vanlukkum orsakað av gáloysni.

Filmur og góð ráð

 Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur ein film og nøkur góð ráð ímóti gáloysni:

- Hevur tú eina snildfon? Visti tú at flestu snilfonir hava eina funku, sum kann stillast soleiðis, at telefonin ikki ringir, ella tekur ímóti sms’um, tá tú koyrir bil?

 - Ert tú ferðafólk í bili, har bilførarin tekst við annað, enn at koyra: bjóða tær at taka tær av telefonsamrøðuni, sms’inum, útvarpinum el.l. fyri hann. Ella bið hann koyra til síðis og steðga bilinum, til hann er til reiðar at halda fram og koyra bil, tá hann koyrir bil.

Filmurin sæst her: 

##med2##

Átakið verður í tríggjar vikur.