Næstsíðsta fríggjadag andaðist Rhoda Rubeksen í Havn, 84 ára gomul.
Mikudagin varð hon borin úr Havnar kirkju, har Ann Dahl Hansen hevði jarðarferðina. Vit endurgeva her úr jarðarferðartaluni hjá presti:
»Nú vit eru komin saman at siga Rhodu farvæl, so hyggja vit við takksemi aftur á tíðina, hon fekk náði og loyvi at liva, og vit hyggja við vón upp til himmals og biðja Guð um troyst og styrki í sorgini.
Rhoda Rubeksen, fødd Árting, var borin í heim í Havn 15. juni 1928. Hon var dóttir Jóannes og Andreu Árting.
Rhoda og tey vóru fýra systkin: Trygvi, Sólrun, Rhoda og Ásvør, umframt Harda sum Andrea og Jóannes tóku til sín sum tvey ára gamla.
Fyrstu barnaárini búði Rhoda har, sum skipasmiðjan er nú (í Celluni, red.), og seinni flutti hon niðan á Heygsbreyt. Í Rabarbukvarterinum var sum vera man gott at vaksa upp, og har vóru nógv børn og tí altíð lív í.
Marius og Rhoda komu at kennast og gjørdust góð sum 16 ára gomul.
Tey giftust 1. desembur 1956 og fluttu í nýggj hús á Traðarvegnum sama dag sum tey giftust. Tey bæði vóru sera tøtt knýtt og fylgdust gjøgnum lívið í viðgongd og mótgond. Sá man Rhodu, so sá man eisini Marius. Í 2006, sama árið sum tey høvdu kunnað hildið gullbrúdleyp doyði Marius, hetta tók Rhoda sera tungt, og hon kendi tað, sum um hon hevði mist ein part av sær sjálvari.
Rhoda og Marius fingu trý børn: Bjarni, sum var fødur í 1959, men sum doyði bara tvey ára gamal. Hetta tók teimum sum vera man sera dygt, og tey, sum kendu Rhodu, vita at siga, at tað nærum ikki var dagur, uttan hon á ein ella annan hátt tosaði um lítla Bjarna. Árið eftir fingu tey enn ein son, sum tey eisini kallaðu Bjarni. Í 1968 fingu tey Guðrun. Ommubørnini eru fýra í tali: Robert rebekka, Marius og Sandra, og tey var Rhoda sera góð við.
Gestablídnið hevur altíð verið stórt í heiminum, og nógv fólk eru komin á gott gjøgnum árini. Serligt vinarlag hevur síðan ungdómsárini verið við Beggu og John Justinussen.
Rhoda setti heim, mann og børn í fyrstu røð. Henni dámdi væl at hugna um heimið. Tey sum kendu Rhodu vistu altíð, hvar tey høvdu hana. Hon var ógvuliga bersøgin, og segði altíð sína erligu meining. Har var eingin slingur í valsinum. Hon var væl inni í samfelagsviðurskiftum, hevði eitt gott minni og dugdi sera væl at greiða frá. Prátingarsom var hon eisini, og dámdi væl at tosa um familjuviðurskiftir og ætt, og so var hon loysingarfólk um ein háls og havnarfólk við stóra H.
Sum ung arbeidd Rhoda í handlinum Tubbak á Áarvegnum. Nøkur ár arbeiddi hon eisini í Sjúkrakassanum. Tá ið børnini vóru lítil, var hon heima hjá teimum, men seinni fór hon útaftur at arbeiða, og hon arbeiddi fleiri ár í handlinum Daniella á Áarvegnum.
Rhoda hevði altíð stóran áhuga fyri ítrótti og serliga fimleiki. Í 1946 fór hon til Danmarkar á ítróttarskúla, har hon lærdi til fimleikarlærarindu, og hon lærdi eisini dans.
Heimafturkomin fór Rhoda í gongd við at hava gentufimleik fyri Havnar Fimleikarfelag. Í samband við sølustevnuna í 1952 var Rhoda biðin um at hava fimleikaframsýning, og hon helt tá, at tað kundi verið stuttligt at havt dansiframsýning í staðin fyri fimleikaframsýning. Hon skipaði eitt lið við gentum, sum vóru 16-17 ára gamlar, og hon lærdi tær ymsar gamlar dansir frá 17-18 og 1900'talinum, sum tær so sýndu fram á sølustevnuni.
Rhoda hevði altíð ein serligan tokka til gomlu dansirnar, og hon helt, at tað var stórt spell at umstøðurnar ikki vóru betur hjá teimum tilkomnu at dansa. Hon setti sær fyri at gera nakað við tað.
Eitt kvøldið um heystið í 1970 gjørdi Rhoda ikki mætari enn at ringja til Hotel Føroyar fyri at spyrja, um hon kundi leiga høli á hotellinum, so hon kundi skipa fyri undirvísing í dansi. Hon fekk játtandi svar.
Rhoda fór at savna gomlu dansirnar, sum vóru dansaðir í Havn um aldarskiftið. Hon tosaði við eldri fólk, sum høvdu dansað gomlu dansirnar, mammu sína, Maurentius Viðstein og Rikard Long.
So setti hon lýsing í bløðini, at hon fór at hava dansiskeið í gomlum dansum hendan veturin. Frammanundan høvdu Rhoda, Marius og Helga Klein savnað dansitónleik, og Helga hjálpti eisini til við undirspælinum til undirvísingina. Tað vísti seg at vera góð undirtøka, og nærum 200 fólk høvdu meldað til.
Eitt afturvendandi tiltak hesi árini vóru dansiframsýningarnar á Hálsi, har dansarar sýndu fram.
Tey næstu árini hevði Rhoda eisini dansifrálæru aðrastaðni í landinum. Helga Klein og Marius vóru henni ein hollur stuðul øll hesi árini.
1972 var Dansifrøi stovnað sum beinleiðis avleggari av dansifrálæruni hjá Rhodu. Tað var stovnað við tí endamáli at varðveita og nøra um teir gomlu dansirnar.
Seinnu árini var heilsan farin at bila, og hon andaðist næstsíðsta fríggjadag, 17. august, eftir drúgva sjúkralegu.«