Ári Dam bjargaði hoyvíkingum sigurin

Steypakapping: H71 vann sannan gýsara í Hoyvíkshøllini

H71 vann í kvøld tepran sigur áljóðandi 24-23 ímóti KÍF í framúr spennandi steypakappingardysti í Hoyvíkshøllini. Avgerandi løtan kom í síðstu sekundunum, tá ið málverjin hjá H71, Ári Egason Dam, tryggjaði H71 sigurin við framúr bjarging. Sigurin merkir, at H71 hevur spælt seg víðari úr bólkaspælinum.

 

Tað var lagt upp til ein spennandi dyst, tá ið H71 í bólki 1 tók ímóti KÍF. Bæði liðini byrjaðu væl í sínum fyrsta steypakappingardysti, har H71 vann trivaligan sigur ímóti Neistanum, meðan kollfirðingar eisini vunnu sín dyst ímóti næstbesta liðnum hjá H71.

 

Í fyrra hálvleiki vóru hoyvíkingar við yvirlutan og fóru til hálvleiks á odda 13-10. Dysturin gjørdist meira spennandi í seinna hálvleiki, har kollfirðingar svaraðu aftur. Fyrsta korterið varðveitti H71 tó oddastøðuna og kom á odda 17-15. Men lítla løtu seinni javnaði KÍF til 18-18, og so var spenningurin í hásæti. Kollfirðingar komu eisini á odda 23-21 fýra minuttir fyri tíð, men so skoraðu teir ikki meir.

 

Síðstu løtuna átti H71, tí fyrst eydnaðist tað heimaliðnum at javna til 23-23. Í seinasta minuttinum skoraði Dánjal Tórgarð til 24-23 upp á brotskast, men seinasta álopið átti útiliðið. Her skeyt Andrias Nielsen á stongina, áðrenn retururin endaði hjá Rúna Joensen, sum í seinastu sekundunum fekk seinasta møguleikan hjá kollfirðingum at vinna stig burturúr stríðnum. Ári Egason Dam í H71-málinum stórbjargaði tó síðstu KÍF-royndini, og harvið gjørdist málverjin heilt stóra hetjan í Hoyvíkshøllini.

 

Úrslitið gevur hesa støðuna í bólki 1:

 

1. H71 4 stig

2. KÍF 2 stig

3. Neistin 0 stig

4. H71 2 0 stig

 

H71 hevur við sigrinum tryggjað sær hálvfinalupláss í Faxe Kondi-kappingini. Neistin og H71 2 spæla sín dyst nummar tvey í bólkaspælinum í morgin klokkan 15 í høllini á Hálsi.

 

Í bólki 2 var dystur ímillum tvey lið, sum høvdu tapt sínar fyrstu dystir og tískil bert høvdu heiðurin at spæla fyri. Team Klaksvík tók ímóti Kyndli, og hesin dysturin endaði við sigri til kyndilsmenn, ið vunnu 29-23. Sostatt endar Kyndil nummar trý í hesum bólkinum við tveimum stigum, meðan Team Klaksvík endar stigaleyst og aftast. VÍF og StÍF hava longu tryggjað sær víðari luttøku úr bólki 2.

 

Málskjúttarnir í kvøldsins mansdystum vóru hesir:

 

H71-KÍF 24-23 (13-10)

 

H71: Jónas Djurhuus 7, Pætur Thomsen 4, Hilmar Leon Jacobsen 4, Dánjal Tórgarð 4, Peter Krogh 3, Helgi Hoydal 1 og Ári Egason Dam 1.

 

KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Rúni Joensen 4, Frederik Sørensen 4, Andrias Nielsen 3, Teitur Joensen 2, Rógvi Weyhe 2, Ási Dam 2 og Tony Weyhe 1.

 

 

Team Klaksvík-Kyndil 23-29 (11-18)

 

Team Klaksvík: Finnur Hansson 5, Andrias Ellingsgaard 5, Vilhelm Vilhelmsen 4, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Birgir Poulsen 3, Jens Pauli Mohr 2 og Hans Arni B. Thomsen 1.

 

Kyndil: David Edvardsen 5, Tummas Pauli Hanusarson 4, Hjalti Mohr Jacobsen 4, Hørður Fannar Sigtórsson 4, Bartal Klein Olsen 3, Høgni Klein Olsen 2, Tróndur Wardum 2, Bjarni Sørensen 2, Ólavur av Fløtum Mittún 2 og Magnus Durhuus 1.