Ári og H71 sorlaðu StÍF

Ári Dam bjargaði øllum í fyrra hálvleiki og syrgdi fyri H71-stórsigri á Skála

H71 vann 34-17 ímóti StÍF í kappingarársins fyrsta dysti, har Ári Dam var í stórformi.

Tað komu ikki nógv mál fyrstu løtuni, har StÍF ávaraði H71 við at leggja seg á odda 2-0 eftir fimm minuttum og 4-2 eftir 10 minuttum.

Gestirnir mundu taka ávaringina í álvara, tí málini gjørdust ikki nógv fleiri fyri heimaliðið.

Verjurnar báðar stóðu sterkast í myndini, og hóast StÍF eydnaðist við skjótálopum fyrstu løtuna, fór H71 at fáa glið á sítt álop – og málverjan hjá sær.

StÍF-málið skert – H71-málið væl mannað

StÍF var nakað skert í málinum, har Eli Gærdum ikki var við.

Í hansara stað gjørdi Pól Andreassen comeback, eins og ungi Markus E. Jacobsen royndi seg.

Hjá H71 var nýggi danski málverjin, Jacob Nitholl Thomsen á listanum, men tað var royndi Ári E. Dam, sum gjørdist ímyndin og avgerðin í fyrra hálvleiki.

Ári avgjørdi alt í fyrra hálvleiki

Tí at alt, sum verjan ikki steðgaði, tók Ári Dam sær av. H71 legði seg á odda 7-6, eftir at StÍF bert hevði fingið tvey mál í sjey minuttir. Tað gingu átta minuttir áðrenn næsta málið. Tá minkaði StÍF niður í 12-7 til H71.

Og Ári Dam helt fram í H71-málinum. StÍF slapp í fleiri skjótálop, men hóast púra fríar skjóttar, stóð H71-málverjin fyri hvørja ferð,

Hálvleiksstøðan gjørdist 16-7 til H71, og dysturin var longu avgjørdur.

Útiliðið skifti út á flestu plássum. Eisini í málinum, har Jacob N. Thomsen kom inn frá byrjan av seinna hálvleiki, og heldur ikki hann lat nógv mál inn.

Um tað var StÍF-álopið sum haltaði ella H71-verjan, sum var sterk, skal ikki sigast. Men tað skuldu ganga knappir fimm minuttir av seinna hálvleiki áðrenn StÍF fekk sítt áttanda mál.

Í hinum endanum gjørdist ilt verri hjá heimaliðnum, ið tók time-out eftir seks og ein hálvan minutt. Tá var støðan 21-8 til H71.

Spurningurin var bara hvussu nógv munurin fór at enda á, og H71 kundi fara av Skála við 34-17 sigri í viðførinum.

Burn menn

StÍF - H71 17-34

StÍF: Martin Danielsen 3, Jóannes Prestá 3, Bjarni í Selvindi 2 (1), Pætur Ó. Barclay 2, Búi Poulsen 2 (1), Tummas Simonsen 1, Pætur Johansen 1, Ivan Mrdalo 1, Eyðbjørn Arge 1, Dávid Danielsen 1.

H71: Hallur Biskopstø 7(4), Pætur Thomsen 7, Rói á Skipagøtu 4 (1), Bogi Hansen 3, Peter Krogh 3, Baldur Gillason 3, Niklas H. Hanusarson 2, Sveinur Olafsson 2, Bogi G. Davidsen 2, Sakir T. Frýdal 1.

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H7113417172
 TEAM KLAKSVÍK2454142
 KYNDIL1252322
 VÍF1282622
 NEISTIN1282712
 KÍF24350-70
 STÍF24362-190