Móttøkan mundi ongan enda tikið - í góðari merking!
Fyrst bjóðaðu framsýnarnir Rógvi á Lakjuni og Anna Hansen vælkomin – tveir spennandi listarspírar, sum tó ikki eru ungir í yrki sínum, sum miðlagrafikara.
Síðani helt Frits Johannesen, listamaður eina mergjaða røðu um ljósið, myrkrið og mótljósið, skaddu og glottar, vón og lív.
Alt hetta, sum hevði kveikt mangan listamannin til eitt serligt strok við penslinum. Og nú hesi ungu listafólkini við sínum teldum og miðla-penslum, sum góvu eitt hegnisligt íkast til hetta sama. Listin rúmar so nógvum og letur upp fyri so mongum.
Og tað hópaðist við fólki - so nógv, at tað mátti stúgvast eitt sindur meira saman, soleiðis at tey, sum stóðu ov uttarlaga sluppu innum, tá ið Regin Guttesen setti seg við klaverið og spældi nøkur av sínum sermerktu løgum. Fjálga og serstaka rødd hannsara var í góðari venjing, sum altíð. Og nú var løtan heilt serlig!
Eftir tónleikabrús í fullsetta listaliga umhvørvinum í Ribarhúsi, har Piddi og Bergur fyrr goymdu mjøl, rosinur og sviskur; varð boðið kaffi og køkur.
Síðani setti Bárður á Lakjuni, bróðir Rógva, seg við guitarinum at spæla og syngja nøkur løg saman við T.O.S. Dunaligir tónleikarar, sum høvdu smíðað egin løg, eisini til kendar sangir. Frálíka dunaligir tónleikarar, sum stóðu væl mát við Regin Guttesen og tað list, sum har hekk.
Áðrenn tú visti av, hevði tú sitið í meir enn fullsetta Gallerí Ribarhúsi í tveir tímar, fyltur av tónleiki, spekjandi røðu og hóskandi nýtíðar listarligari ávirkan – Her komi eg aftur ein av fyrstu døgunum at hygga nærri at og fáa enn eina uppliving av teimum góðu frá hesum dugnaligu spírunum: Rógva á Lakjuni og Annu Hansen.
Halda tit á á henda hátt, so verður neyðugt at byggja uppí Ribarhús.
Takk fyri eitt heilt serligt kvøld og eina frálíka listaframsýning!