Hóskvøldið spældu Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg dyst á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Í Blue Water Dokken høllini tapti Ribe-Esbjerg 27-29 fyri Holstebro, ið er ein av kappingarneytunum í stríðnum at vinna seg millum átta tey fremstu liðini í grundspælinum. Í steðginum var útiliðið á odda 16-12. Teis fekk ein málmøguleika, og hann setti hann í netið.
Ribe-Esbjerg er á týðandi áttanda plássinum við sjey stigum. Teir eru eitt stig frammanfyri liðið hjá Paula Jacobsen, HØJ sum hevur seks stig.
Mikukvøldið 5. november hevur Ribe-Esbjerg torføran útidyst móti oddaliðnum, Aalborg.











