Ribe-Esbjerg var fyri fyrsta tapinum í niðara endaspælinum

Ribe-Esbjerg kann enn vinna niðara endaspælið

Mynd: Ribe-Esbjerg

Í dag vóru Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg fyri fyrsta tapinum í niðara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Ribe-Esbjerg tapti á útivølli stórt 25-39 fyri HØJ, ið var á odda 21-13 í steðginum. 

 

Tað gekk tó væl hjá Teis, ið saman við Elvari Ásgeirssyni var toppskjútti hjá Ribe-Esbjerg. Teir skutu fimm mál hvør.

 

Ribe-Esbjerg er fremst í niðara endaspælinum við seks stigum. 

 

Vinnur Ribe-Esbjerg í seinasta umfarinum heimadystin móti Nordsjællandi komandi leygardag klokkan 14, so vera teir fremst í niðara endaspælinum. 

 

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderbog-Aarhus hildu fast í hálvfinalukósini í ovara endaspælinum. Jóhan skoraði tvey mál, tá Skanderborg-Aarhus á útivølli vann 37-30 (20-15) sigur á Holstebro.

 

Skanderborg Aarhus er fremst í bólki 2 við sjey stigum. Hósdagin klokkan 17.30 spæla teir dyst á útivølli móti Mors. 

 

 

 

Mynd: Ribe-Esbjerg