Amerikanski uttanríkisráðharrin, Coldoleezza Rice, rósar Dmitrij Medvedev, sum eftir øllum at døma verður næsti forseti í Russlandi. Við tíðarritið USA Today sigur Rice, at hon hevur hitt Medvedev nakrar ferðir. Hon heldur, at hann er evnagóður, og hon væntar, at hann fer at fáa stóran týdning fyri russiskt vinnulív, so tað væntandi verður meiri fjølbroytt í framtíðini. Condoleezza Rice vísir á, at Dmitrij Medvedev er 42 ára gamal og umboðar sostatt eitt nýtt ættarlið í russiskum politikki. USA Today heldur lítlan iva vera um, at Medvedev verður valdur til forseta. Blaðið vísir á, at Vladimir Putin styðjar hann, og at ein meiriluti av russisku veljarunum siga seg fara at atkvøða fyri tí valevninum, sum fær viðmæli frá Putin.
Tíðindi