Viðmerkjararnir vóru ikki so væl nøgdir, tá ið tað leygardagin á portal.fo varð sagt, at kappingin var avlýst millum 6-mannaførini við monnum. Tað høvdu teir sjálvandi loyvi til. Men boðskapurin í hesum var, at tað var als eingin kapping millum teir seks luttakararnar. Tá ið teir fóru um málið var tað leyst millum allar bátarnar.
Á Norðoyastevnu vann Riddarin, sum var trý sekund frammanfyri Lóm, og aftur hesa ferð vóru tað bátarnir úr Miðvági og av Argjum, sum vóru ávikavíst nummar eitt og tvey. Men hesa ferð megnaðu argjamenn ikki at geva miðvingum kapping, tí Riddarin var átta sekund ella umleið tríggjar bátslongdir frammanfyri Lóm, sum aftur var tíggju sekund frammanfyri Smyril úr Vági.
Fyrstu 200-300 metrarnar var eitt sindur av kapping, men so var spenningurin avblástur. Riddarin svam frá øllum hinum, og tá ið hann fór um málið, hevði Lómur tríggjar bátslongdir eftir á mál.
Allir bátarnir komu á mál í somu røð sum seinast, burtursæð frá at Gongurólvur hesa ferð var nummar fýra. Á Norðoyastevnu var hann á sætta plássi og aftastur.
1 Riddarin 07:52.11
2 Lómur 08:00.03
3 Smyril 08:10.12
4 Gongurólvur 08:14.19
5 Tvørabáturin 08:22.09
6 Skúgvur 08:28.00
Støðan
1 Riddarin 14
2 Lómur 12
3 Smyril 10
4 Tvørabáturin 7
5 Gongurólvur 6
6 Skúgvur 5