Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, hevur sent danska útbúgvingar- og granskingarministaranum eina staðiliga áheitan um at fáa lærugreinina »Føroyskt« aftur á skrá á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Tað boðar Mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi í dag.
Víst verður á, at tað í universitetinum í Keypmannahavn hevur verið undirvíst í føroyskum skaldskapi og máli í útvið 100 ár, men at tað nú dettur niðurfyri, tí lærugreinin ikki megnar kravið um minst 30 árslesandi.
- Tað harmar meg almikið, at universitetið í Keypmannahavn, ið sum tað einasta universitetið uttanfyri Føroyar hevur havt føroyskt sum lærugrein, nú sparir hetta tilboðið burtur, skrivar Rigmor Dam í skrivinum og leggur afturat.
- Grundgevingin er, at talið á tilmeldingum ikki er yvir 30. Men samstundis síggja vit, at fleiri aðrar lærugreinar á Humanistiska Fakultetinum ikki verða niðurlagdar, hóast næmingatalið er undir 30, vísir Rigmor Dam, landsstýriskvinna, á.
Tí heitir hon staðiliga á danska ministaran um at tryggja lærugreinina »Føroyskt« framyvir og veita henni tær sersømdir, sum eru neyðugar, fyri at undirvísingin kann halda fram.
Mentamálaráðið upplýsir, at talið á lesandi í føroyskum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn hevur seinastu árini ligið ímillum 6 og 19.