Tann 24 ára gamla poppstjørnan, Rihanna, hevur arbeitt nógv seinastu árini. Hon hevur givið út sjey fløgur seinastu sjey árini, og í alt hevur hon havt 11 fyrsta pláss á Billboard Hot 100-hitlistanum, og er samstundis tann yngsti sangarin, sum hevur megnað hetta. Haraftrat hevur hon selt meira enn 25 milliónir fløgur og 60 milliónir digital løg síðani hon byrjaði sína karrieru.
Robyn Rihanna Fenty er fødd í Saint Michael í Barbados. Hon byrjaði at syngja sum sjey ára gomul, og byrjaði sína karrieru í 2003, tá ið hon hitti framleiðaran Evan Rogers. Sum 16 ára gomul fór hon til USA fyri at skapa eina karrieru innan tónleik, og í 2005 fekk hon ein sáttmála við Def Jam Recodrings, eftir at hava verið til upptøkuroynd hjá Jay-Z, sum tá var stjóri í fyritøkuni.
Í 2005 kom fyrsta fløgan út. Hon bar heitið "Music Of The Sun". Næsta fløgan kom út árið eftir, og bar hon heitið "A Girl Like Me". Í 2007 kom fløgan "Good Girl Gone Bad".
Í 2009 kom fløgan "Rated R".
Í 2010 arbeiddi Rihanna saman við Eminem við lagnum "Love the Way You Lie", sum gjørdist eitt sera vælumtókt lag. Fimta fløgan kom eisini út hetta árið, sum bar heitið "Loud". Árið eftir kom sætta fløgan, sum bar heitið "Talk That Talk".
Í november 2011 var fyrsta mótakollektiónin hjá songkvinnuni almannakunngjørd hjá Armani. Tíðliga í 2012 komu tvey støkløg frá øðrum sangarum, har Rihanna eisini hevði ein leiklut. Talan er um lagið hjá Coldplay "Princess of Chine" og "Take Care" hjá Drakes.
Í dag kemur so sjeynda fløgan hjá Rihanna út, og eitur hon "Unapologetic".