Ríkisfelagsskapur trygd fyri bygdasamfelagnum

? Føroyingar skulu sjálvandi rinda sín part av rakstrinum av samfelagnum, men ríkisstuðulin er trygd fyri, at útjaðaraøkini ikki dragna enn meira afturút, heldur Hilmar Bech, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin

? Tað er sera óheppið, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru vorðin so kaldlig, sum tey nú eru, heldur Hilmar Bech, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin í Porkeri.

Hann heldur orsøkina til kaldligu støðuna vera vantandi forstáilsi - serliga frá danskari síðu.

? Eg vil ikki geva dønum alla skuldina, men eg haldi, at danska stjórnin ikki rættuliga hevur skilt ringu støðuna, sum føroyingar komu í fyrst í nítiárunum - sum teir áttu at gjørt.


Fólkatingsumboðið hevði bøtt viðurskiftini

Hilmar Bech leggur kortini dent á, at hann er sannførdur um, at vit skulu varðveita ríkisfelagsskapin, og er hann ivasamur, tá tosað verður um nýggja sjálvstýrislóg.

? Vit mugu síggja í eyguni, at kvetta vit við Danmark, so fer tað at merkja eina niðurgongd fyri útjaðarin í Føroyum. Eisini vísir hann á, at bygdirnar longu eru dragnaðar afturút í mun til miðstaðarøkið.

? Og tað er ikki rætta gongdin, heldur hann.

Hilmar Bech sigur kortini, at føroyingar sjálvandi eiga at gjalda sín part av rakstrinum av samfelagnum, men hann heldur, at ríkisstuðulin er ein trygd fyri, at útjaðaraøkini ikki dragna enn meira afturút, og at tey veiku í samfelagnum verða vard.

? Men um stuðulin skal vera eins stórur, og hann er nú, veit eg ikki, leggur Hilmar Bech afturat.

? Eisini er tað stórt spell, at Javnaðarflokkurin misti fólkatingsumboðið, heldur Hilmar Bech, sum ikki ivast í, at um flokkurin hevði hetta umboð, so vóru viðurskiftini millum føroyska og danska Javnaðarflokkin nógv betur.


Eina solidarsika loysn

Hóast Hilmar Bech ikki er kommunalpolitikari, so hevur hann sína hugsan um kommunuspurningar. Hann heldur ikki, at allir trupulleikar verða loystir við at leggja kommunur saman, men viðvíkjandi skuldarspurninginum, so heldur hann, at funnin eigur at vera ein solidarisk loysn - sum gagnar øllum kommununum, heldur enn at hvør kommuna sær loysir henda trupulleika.

Hilmar Bech sat á tingi í 14 ár. Hann kom fyrstu ferð á ting í 1970 og sat hann á tingi til 1984. Valskeiðið frá 1978-80 sat hann sum tingformaður.

? Sum vera man er politikkurin broyttur nógv hesi árini. Stór útskifting er farin fram á tingi - nýtt fólk er komið til, tingskipanin er broytt. At vit eisini hava fingið føroyskt sjónvarp hevur eisini sett sín serliga dám á politikkin, heldur Hilmar Bech, sum leggur afturat, at tað sjálvsagt tekur sína tíð at venja seg við nýggju skipanina.


Skeiv avgerð at selja Teistan

Viðurskiftini hjá suðringum liggja sjálvandi Hilmar Bech á hjarta, og heldur hann at viðurskiftini eru versnað seinnu árini.

? Vinnuliga er oyggin illa fyri og samferðslan til restina av landinum er ikki nóg góð. Fyri at fólk skal støðast krevst, at samferðsluviðurskiftini við restina av landinum eru góð, sigur hann.

? Tað var skeivt at Teistin varð seldur, sum var tað betra skipið at røkja Suðuroyarsiglingina. Tá høvdu suðringar eisini eina útflutningsleið við Smyrli, sum eisini er løgd niður.


Standið saman um Javnaðarflokkin

Hilmar Bech heldur, at fremstu málini hjá Javnaðarflokkinum at leggja dent á, eru at virka fyri, at at vinnan, bæði á sjógvi og landi, fær betri umstøður, so arbeiði verður til allar vinnuførar hendur og viðurskiftini hjá teimum veiku í samfelagnum.

? Pensjónsviðurskiftini eru ikki nóg góð, fólkapensjónin er ov lítil, og eigur Javnaðarflokkurin at virka fyri eini skipan, sum øll verða glað fyri. Her er skipanin við Samhaldsfasta eitt gott framstig - bert spell, at grunnurin ikki fekst at virka eftir ætlan, tí so stóð nógv betur til, heldur Hilmar Bech.

? Eg vil senda øll góðynski til landsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum, og eg vóni, at fólk fara at standa saman um Javnaðarflokkin. Samanhald er vegur at ganga - og ikki sundurlyni?