Ríkisfelagsskapurin

Tað er ikki bert spurningur um loysing ella samband, segði Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins á fundi í Eysturoynni herfyri

Lat meg byrja við at siga, at tað frøir okkum ikki so lítið í Javnaðarflokkinum, at tað nú verða fyriskipaðir fundir kring landið um ríkisfelagsskapin, og at fjølmiðlarnir eisini hava tikið hetta evnið upp í almenna kjakið. Men serliga fegnast vit um, at tað nú ikki longur er ein spurningur um samband ella loysing, men at dagsskráin hevur fingið eitt nýtt og munandi meira meiningsfult innihald, sum í stórum er í tráð við teir tankar, sum vit í Javnaðarflokkinum hava gjørt okkum um neyðugar broytingar á hesum øki.

Viðvíkjandi heitinum á fundinum í kvøld, so er tað rættiliga áhugavert at merkja sær, at tá samráðingarnar vóru um Heimastýrislógina, tá vildu hvørki kommissiónin ella ráðgevin hjá donsku stjórnini, professarin í løgfrøði Alt Ross, brúka orðið »ríkisfelagsskapur«, men at teir í staðin brúktu orðið »ríkiseind«. Orsøkin var hon, at felagsskapur í løgfrøðiligari talu bert er millum tveir suverenar statir. Men seinni hevur so hetta orðið vunnið sær hevd.

Um hesar somu samráðingar sigur Frederik Harhoff í bók síni um ríkisfelagsskapin, »at Folkeflokken forhandlede i realiteten på det grundlag, de havde fremhævet under krigen, nemlig fuldstændig overførelse af lovgivende og administrativ myndighed inden for færøske spørgsmål til Lagtinget, og forlangte en dansk grundlovsændring. Socialdemokratiet ønskede Lagtingets lovgivende myndighed lagt sammen med Kongen på alle færøske anliggender ? så vidt muligt inden for grundlovens rammer ? med ret til at overtage det fulde ansvar for alle sager, for hvilke Lagtinget også overtager det økonomiske grundlag, medens Sambandspartiet ønskede at forsætte samhørigheden med Danmark.

Fyrti formaður Javnaðarfloksins segði, tá Heimastýrislógin var vorðin veruleiki, at hon var fagrata blaðið í Danmarkar søgu. Av sonnum kunnu orð hansara í dag takat fult út til eftirtektar, tí lógin hevur roynst rættiliga væl, soleiðis at skilja, at vit í einum samstarvi á líka fóti við Danmark, hava ment og útbygt hetta land. Heimastýrislógin hevur verið ein góður karmur, sum hevur givið okkum rættiliga vítt rásarúm til framtøk á sjálvstýrisleið.

Men eins og bløðini gulna og til seinast visna og detta av, so er tíðin nú komin til, at gamla Heimastýrislógin fær ein virðiligan avloysara. Hon rúmar ikki øllum tí, sum vit í dag hava brúk fyri, meðan praksis í fleiri førum er farið út um lógarinnar karmar. Hetta seinna hevur avgjørt ein positivan undirtóna.

Hon rúmar m.a. ikki teimum amboðum, sum avgjørt eru neyðug fyri landsstýrið til tess at reka ein skilagóðan peningapolitikk, sum átti at kunna fyribyrgt, at kreppan í okkara búskapi ikki fekk ta stødd, sum hon veruliga fekk. Heldur ikki rúmar galdandi lóggáva møguleikar fyri víðari sjálvstýri innan øki, sum ikki eru við í heimastýrislógini. So uttan mun til, um vit fingu hesa álitiskreppuna Føroya og Danmarkar ímillum, so hevði verið neyðugt við nýhugsan á hesum øki. Tíðin setur okkum politikkarum krøv, so um vit vilja tað ella ikki, so mugu vit víðari.

Eisini er vert í hesum sambandi at nevna, at tær Danmark, sum í 1948 samtyktu Heimastýrislógina, ikki eru tær somu Danmark, sum í dag. Danmark er vorðin ein alt meira fastknýttur partur av ES, og hevur Danmark í fleiri førum trupulleikar við at røkja áhugamálini hjá Føroyum og Grønlandi, tí teirra ES-hjarta vil nakað heilt annað. Eisini vita vit, at tað bert er spurningur um tíð, til Danmark ikki longur hevur eitt egna gjaldoyra, og tað vil so aftur geva bæði føroyingum og grønlendingum nakrar trupulleikar.

Men størsta skotið fyri bógvin fekk Heimastýrisskipanin, tá ið danska stjórnin í sambandi við búskaparliga skradlið av sínum eintingum setti skipanina út av kraft og setti fram ultimativ krøv á økjum, sum vóru føroysk sermál. Haraftrat fekk álitið partanna millum eitt ógrøðiligt sár, tá tað kom fram, at vit ikki høvdu ta vitan um viðurskifti í føroysku bankaskipanini, sum teir høvdu, tá partarnir møttust til samráðingar.

Eins og føroyingar eftir kríggið ikki kundu venda aftur til gomlu amtsstøðuna, tað var hetta sambandsmenn helst vildu, so ber okkum heldur ikki til at fara inn og gera ábøtur á Heimastýrislógina. Vit mugu hava eina nýggja skipan, ein nýggjan karm fyri víðari samstarvinum millum Føroyar og Danmark, sum báðir partar hava álit á og kenna seg tryggan við. Eitt samstarv, sum byggir á virðing og álit hvør fyri øðrum.

Men fyrst og fremst verður tað neyðugt, at vit føroyingar finna okkum sjálvar í hesum spurningi. Vit mugu seta okkum niður og finna útav, hvat vit ynskja, hvat vit klára, og hvat vit velja. Hetta kann vera tann føroyska semjan, tann føroyska loysnin, sum eigur at fáa so stóra undirtøku á Føroya Løgtingi, sum gjørligt.

Vit mugu vera greiðir yvir, at tað skulu vera føroyingar, sum seta dagsskránna til samráðingarnar við danir, og meira samdir, vit eru, tess størri vekt fær eitt føroyskt útspæl.

Tí vil Javnaðarflokkurin enn einaferð gera eina roynd til tess at fáa sett eina stjórnmálanevnd, sum umboðað av øllum flokkum á tingi saman við sakkunnleikanum fara undir tað fyrireikandi arbeiðið til ein avloysara fyri Heimastýrislógina ? til eina Sjálvstýrislóg.

Skulu vit finna eina føroyska semju, eitt føroyskt útspæl, so er tað neyðugt, at flokkarnir ikki frammanundan eru ov fastlæstir, men eru sinnaðir til at flyta seg.

Hóat Javnaðarflokkurin í hesum sambandi hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvussu ein slík lóg skal síggja út, so eru vit, til tess at vinna fram til eina semju, sum hevur fólksins undirtøku, ikki frammanundan fastlæstir.

Støðan í dag er annars hon, at Tjóðveldisflokkurin er farin so langt, at hann krevur loysing her og nú. Heldur í dag enn í morgin. Í hesum fær hann onga undirtøku frá øðrum flokkum, og mær tykir, at tað júst er endamálið. Teir vilja innast inni ikki hava, at nakað stórvegis hendir, tí annars er stevna teirra burtur. Loysing her og nú vil føra til anarki og eitt risaafturstig í vælferðini hjá føroyinginum.

Sambandsflokkurin hin vegin hevur tikið eina støðu, har teir mæla frá, at nakað sum helst verður broytt. Eingin stavur í Heimastýrislógini skal broytast. Men henda støða Sambandsfloksins er eins ekstrem, sum støða Tjóðveldisfloksins, og eingir aðrir flokkar fylgja Sambandsflokkinum í hesum.

Tí eru hesir báðir flokkar, sjálvandi á hvør sín hátt, eins góðir garantar fyri, at einki verður vunnið á sjálvstýrisleið, tí einhvør broyting gerst bert við einum politiskum meiriluta.

Um tað fer at bera til at fáa hesar mótpolar seinni at seta seg og viðgera spurningin á einum realistiskum grundarlag, tað fer tíðin at vísa.

Men skulu vit koma víðari í hesum spurningi, er neyðugt at vit sleppa tí dreymakenda og royna ein realistiskan politikk, sum kann bera okkum víðari fram á leiðini.

Tí vil Javnaðarflokkurin nú enn einaferð taka stig til at nýggir karmar verða lagdir fyri framtíðarstøðu Føroya ? nýggir karmar fyri einum framtíðar samstarvi millum tvær tjóðir Føroyar og Danmark ? eina nýggja skipan, har vit fáa ment okkara land uppaftur meira ? ein karmur, sum skal vera so víður, at vit fáa økt okkara sjálvstýri og okkara sjálvábyrgd ? ein nýggjan karm, sum gevur okkum rætt til tað sjálvstýri, sum Føroya fólk krevur.

Takk fyri