Ríkisveitingin brúkast til at hækka fólkapensjón

Fólkapensjónin í Føroyum skal hækkast og tað skal fíggjast við hækkingum í donsku ríkisveitingini til Føroyar

Hereftir skulu allar hækkingar í donsku ríkisveitingini til Føroyar, markast til at hækka fólkapensjónina í Føroyum við.

 

Tað er ein boðskapur hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni og formanni Sambandsfloksins, á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í dag.

 

Í formansfrágreiðing síni framhevjaði Kaj Leo Holm Johannesen tað sum eitt av góðu avrikum hjá Sambandsflokkinum hesi síðstu árini, at tað hevur eydnast at prístalsviðgera donsku ríkisveitingina til Føroyar.

 

Í hesum valskeiðnum fer tað at gera landskassanum einar 40 milliónir krónur meiri í inntøku, sigur hann.

 

Hann leggur afturat, at framrokningar vísa, at í 2020 fer danska ríkisveitingin til Føroya sostatt at vera 100 milliónir hægri enn hann var, áðrenn prístalsviðgerðin varð sett í gildi.

 

Eftir hansara tykki skal peningurin ríkisveitingin til Føroya hækkar, brúkast til at bøta um fólkapensjónina í Føroyum. við.

 

- Mítt uppskot skal verða, at eftir valið í 2015 skal prístalsreguleringin av ríkisveitingini markast til at hækka fólkapensjónina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.