Ríkisveitingin úr Danmark, er ein hornasteinur undir føroyska samfelagnum.
Tað staðfestur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum.
Hann vísir á, at landsstýrið hevur lagt upp til eina trý ára avtalu við donsku stjónina um at prístalsviðgera ríkisveitingina í 2014, 2015 og 2016.
- Til løgtingsvalið í oktober 2011, legði Sambandsflokkurin upp til, at ríkisveitingin varð prístalsviðgjørd við afturvirkandi kraft frá 2002.
Tað vildi danska stjórin ikki, men semja varð um um, at hetta skuldi gerast fyrstu ferð frá 2012.
- Sambandsflokkurin er tann einasti flokkur, sum hevur arbeitt fyri at prístalsviðgera ríkisveitingina og gera okkara búskaparligu krøv galdandi í Ríkisfelagsskapinum.
Myndin vísir gongdina í ríkisveitingini higartil og teimum hækkingum, sum kunnu væntast fram til ávikavist 2016 og 2021.
Myndin vísir, at til 2014 fer ríkisveitingin at hækka tilsamans 19,9 milliónir krónur og 47,5 milliónir krónur í 2016.
- Tað, sum er serliga áhugavert, er, at verður ríkisveitingin framskrivað við einum prístali uppá 2 prosent um árið, verður veitingin hækkað 116,5 milliónir krónur í 2021, so at hon verður tilsamans 732 milliónir krónur tilsamans.
Løgmaður staðfestur, at prístalsviðgerðin er endurgjald fyri príshækkingar.
- Hækkingarnar í ríkisveitingini hava tí við sær, at vit sleppa undan at skerja í okkara vælferðartænastum, men kunnu halda tær á høgum stigi og kunna kappast við onnur lond um okkara borgarar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Løgmaður sigur, at hesar hækkingar kunnu síggjast í mun til tær 5 ella 6 milliardirnar, Føroyar hava mist í ríkisveiting síðan 2002.
- Hetta eru inntøkur, sum knappliga vórðu tiknar úr inntøkurenslinum hjá landskassanum, uttan at aðrar inntøkur vórðu settar ístaðin, sigur løgmaður og formaður Sambandsfloksins.
- Hetta hevur lagt stórt trýst á landskassan, leggur hann afturat.
Hinvegin heldur hann, at Føroyar hava eina ljósa framtíð í Ríkisfelagsskapinum.
- Hann er við til at menna okkara samfelag og vit hava allar møguleikar fyri at skipa okkum sum vit vilja.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at ongin, sum forðar okkum í at menna samfelagsbúskapin og at gerast meira sjálvbjargin búskaparliga.
- Men tað skal gerast við skili og uttan, at vit á nakran hátt seta okkara vælferð í vanda, tí lægri vælferð merkir fólkafráflyting, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.