Rikke ger poddvarp

Vónar at eitt nú útlendingar fáa gleði av tí

Rikke Mia Skovdal stendur fyri at framleiða nýtt poddvarp fyri Listasavn Føroya.

Poddvarpið er gjørt sum ískoyti til serframsýningina »Havið«, sum hongur upp í Listasavninum í hesum døgum, og snýr seg um íblásturin, sum listafólk fáa úr havinum.

Fyrsti partur snýr seg um íblásturin, sum listakvinnan Randi Samsonsen fekk til verkið »Plastic Dialogue«. Aðrir partar verða við Tróndi Patursson og Jónu Rasmussen.

Ætlanin er millum annað at røkka teimum, sum ikki sleppa á Listasavnið at hyggja eftir list.

Poddvarpið er á donskum máli, og Dansk-Færøsk Kulturfond hevur stuðlað framleiðsluni. Ein av málbólkunum fyri poddvarpið eru útlendingar, sum vanliga vitja í stórum tali á Listasavninum, men sum nú sita heima.

– Vit vóna, at útlendingar, sum ikki sleppa til Føroya at uppliva eitt nú list, kunnu fáa gleði av hesum podcastum, sigur Rikke Mia Skovdal.