Ærin vigaði 90 pund

Nú hevur Elias Hammer í Hovi eisini dripið ærina, sum átti tann stóra veðrin, hann drap í siðstu viku. Og hon smæddust heldur ikki burtur

 

Seyðahald


? Hesum havi eg ongantíð verið úti fyri.

Elias Hammer í Hovi var ovfarin, tá ið hann nú ein dagin drap eina ær.

Talan var um ærina, ið átti tann stóra tvæveturs veðrin, hann drap í farnu viku og sum vigaði 117 pund.

Í ár drap hann eisini ein veturgamlan gamlan veðr undan henni og hann vigaði 88 pund.

Tá ið hann drap ærina vigaði hon heili 90 pund og tað man vera tað allarmesta, nakar veit um frá eini ær at siga.

Elias Hammer sigur, at so gott slakt undan eini ær, hevur hann veit hann ongantíð um fyrr.

Ærin var sera stór. Hon var seks ára gomul, men var geld í ár, so hon hevur onki lamb átt í summar og so var hon dripin. Annars hevur hon bara havt óføra góð lomb.

Sjálvur hevur Elias Hammer ikki ongantíð havt so stóra ær fyrr. Men hann minnist, at Johan Djurhus, sáli, sum var skrivstovustjóri í Tinganesi í mong ár, drap einaferð eina ær, ið vigaði 98 pund.

Elias Hammer sigur, at Smæran, sum var ein av størstu matvøruhandlum í Havn í nógv ár, fekk Johan at býta um, so at teir fingu tað ærskrovið hjá honum og afturfyri fekk hann annað kjøt.

Men hetta hepnaðist ikki væl hjá Smæruni, Tey sluppu ikki av við kjøtið, tí tað var so feitt at ongin vildi hava tað.