Rinda 160.000 krónur árliga fyri parkering

Manglandi parkeringspláss í miðbýnum í Havn er eitt evni, ið kann fáa blóðið at kóka hjá nógvum av teimum, ið hava sína dagliga gongd í miðbýnum.


Eitt av Føroya kendastu arbeiðsplássum hevur nú tikið sakina í egnar hendur. Løgtingið hevur nevniliga gjørt eina avtalu við samkomuna Ebenezer um leigu av parkeringsplássinum í Bøkjarabrekku, so at tingfólk framyvir sleppa at parkera ókeypis í miðbýnum.


Jonhard Klettheyggj, stjóri í Løgtinginum, upplýsir at talan er um eina avtalu, ið Jógvan á Lakjuni gjørdi í síni tíð sum løgtingsformaður.


- Løgtingið hevur gjørt ein sáttmála við Ebenezer, ið er galdandi fram til árslok 2019. Eftir ætlan skuldi hon koma í gildi síðsta vár, men av tí at byggiarbeiðið hjá Havnar Arbeiðsmannafelag hevur fylt so nógv, so hevur hon ikki fingið gildi fyrr enn nú.


- Talan er um 22 parkeringspláss, ið tingfólk kunnu brúka, tá tey eri til arbeiðis, og kostnaðurin av leigusáttmálanum er 160.000 krónur um árið, sigur Jonhard Klettheyggj.