Meðan Føroyar seinastu fýra árini hava rindað yvir 40 milliónir krónur fyri at luttaka í ES-granskingarskránni Horizon2020, hava føroyskar verkætlanir fingið 17,5 milliónir krónur í stuðuli úr skránni.
Føroyar rinda hvørt ár fyri at taka lut í granskingarsáttmálum við ES. Fyrst var tað sonevnda Framework Programme 7, sum var galdandi frá 2007 til 2013 og hevði eina samlaða játtan úr øllum samstarvslondunum á 53,2 milliardir evrur ella næstan 400 milliardir krónur.
Nú er tað Horizon2020-skráin, sum er galdandi frá 2014 til 2020. Samlaða játtanin til hana er yvir 520 milliardir krónur. Av hesum rinda Føroyar eitt árligt gjald, sum higartil hevur verið 40,5 milliónir krónur tilsamans. Luttøkugjaldið verður roknað eftir einum føstum frymli, og ásett eftir lutfallinum millum bruttutjóðarúrtøkuna hjá landinum og bruttutjóðarúrtøkuna hjá ES.
Føroyska luttøkugjaldið hevur verið støðugt vaksandi, úr sjey milliónum krónum í 2009 til 12,5 milliónir krónur, sum eru ásettar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018, sum júst nú liggur í fíggjarnevndini.
Men meðan Føroya Landsstýri hevur goldið yvir 40 milliónir krónur í kassan, hava føroyskar granskingarverkætlanir fingið 17,5 milliónir krónur í stuðuli úr Horizon2020. Horizon veitir stuðul til gransking, nýskapan og menning av nýggjari tøkni.
Føroysku fyritøkurnar, sum hava fingið stuðul úr Horizon2020 eru hesar:
Syntesa hevur fingið 5,4 milliónir krónur í stuðuli til tvær verkætlanir.
Ocean Rainforest hevur fingið 3,8 milliónir krónur í stuðuli til eina verkætlan.
Jarðfeingi hevur fingið 2,9 milliónir krónur í stuðuli til tvær verkætlanir.
Havstovan hevur fingið 2,9 milliónir krónur í stuðuli til tvær verkætlanir.
Tøkni hevur fingið 1,8 milliónir krónur í stuðuli til eina verkætlan.
Blue Ocean hevur fingið 372.000 krónur í stuðuli til eina verkætlan.
Frama hevur fingið 372.000 krónur í stuðuli til eina verkætlan.
Fyrivarni skal tó takast fyri, at Horizon2020 einans upplýsir hvørjar verkætlanir hava fingið stuðul. Tí kunnu fleiri umsóknir vera til viðgerðar í løtuni, sum ikki síggjast aftur í nøkrum yvirliti. Eru slíkar, og fáa tær stuðul, broytast tølini sjálvandi í sama mun.