Tá endaði hann fimtur í meistaraheitinum. Hann hevur verið heimsmeistari sjey ferðir, harav hevur hann verið heimsmeistari seinastu fimm árini. Í ár hevur hann als ikki kunnað fylgt við, og tað er ikki hent síðan 1996, tað árið hann skifti frá Benetton til Ferrari.
Michael Schumacher hevur koyrt formel 1 í fimtan heil kappingarár, tey bæði fyrstu árini hjá Benetton var talan um uppbyggingartíð av liðnum, og bilurin var tí ikki kappingarførur, og tað sama var galdandi fyri fyrsta árið hjá Ferrari, men hini árini hevur Schumacher altíð kappast um heimsmeistaraheitið.
Tí er hetta ein óvænd støða, har hann uttan nakra orsøk er í einum liði, ið ikki megnar at kappast um sigrar.
Hann segði við Forix.com aftan á koyringina, at nú gleddi hann seg til næsta ár, har Ferrari aftur kundi seta tingini uppá pláss. Hann helt eisini, at triðja pláss í kappingini um heimsmeistaraheitið var ikki at forkasta.
HM fyri koyrarar
1 Fernando Alonso 123
2 Kimi Räikkönen 104
3 Michael Schumacher 62
4 Juan-Pablo Montoya 60
5 Giancarlo Fisichella 53
6 Ralf Schumacher 45
7 Jarno Trulli 43
8 Rubens Barrichello 38
9 Jenson Button 37
10 Mark Webber 36