Ringt veður í morgin

Køld luft streymar fram móti Føroyum úr einum landsynningi, men eitt lágtrýst millum Ísland og Grønland sendir sum frá líður lýggjari luft móti Føroyum. Mikunáttina fer væntandi eitt stormlágtrýst á veg í ein norðan framvið vestan fyri Føroyar.

 

Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, í hvirlunum stormur úr suðri og landsynningi. Yvirhøvur turt og skýggjað, men út á dagin regn. Hitin millum 6 og 9 stig. Í nátt klárar í, tó okkurt ælið, lutvíst við vátaslettingi. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein sunnan og landsynning og øtlar upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Sólglottar og okkurt ælið, men seinnapartin verður skýggjað. Um kvøldið øtlar hann vindin upp í skrið ella storm av landsynningi og suðri, 18 til 23 m/s, eitt skifti upp í hvassan storm, 25 til 28 m/s og í hvirlunum upp í ódn. Skýggjað og regn. Út á náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s og tað klárar í. Tó verður okkurt ælið og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein vestan og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn av og á og hitin millum 7 og 10 stig. Um náttina snarar hann vindin í ein sunnan og verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt ælið og hitin millum 1 og 5 stig.

 

Gamlaárskvøld verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og suðri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn, seinni klárar í við ælaveðri. Hitin millum 3 og 7 stig. Um kvøldið og náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og lutvíst klárt, seinni klárar í og okkurt ælið. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Nýttársdag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Sólglottar, men eisini okkurt ælið og hitin millum 3 og 7 stig. Um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Ælaveður, partvís við vátaslettingi og hitin millum 1 og 5 stig.

 

Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og suðri, 10 til 15 m/s, eitt skifti upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og regn av og á. Hitin millum 2 og 7 stig.