Tað er nú greitt, at risastóra geddan, sum danin, Per Karup, fekk á tráðu hin 29. september í fjør, er danskt met í vekt. Tað veit Metnevndin, sum tekur sær av slíkum góðkenningum, at siga við Tv2.
Fyri Per Karup hava hetta verið nakrir mánaðir í iva, tí tað kann taka sína tíð, áðrenn eitt slíkt met verður góðkent. Sjálvur vigaði hann risastóru gedduna til 22,14 kilo og máldi hana at vera 127 sentimetrar langa.
Men, dananum vantaði vitnir til at fáa endaligu staðfestingina frá nevndini, sum umsitir metini. Hesi vitnini eru nú komin upp á pláss, og metið er vorðið góðkent.
- Tað er heilt greitt, at hetta er met. Vektin er 100 prosent neyv - ella 22,16 kilo í staðin fyri 22,14, sum Per Karup sjálvur vektaði gedduna, sigur Bjarne Lehné, formaður í nevndini, við Tv2.
Endaliga góðkenningin varð staðfest á einum fundi í Metnevndini seinnapartin fríggjadagin. Gamla metið hjá dananum, Finn Sloths, frá 2015 á 21,16 kilo er tískil sligið.
Hetta skrivar www.fiskeavisen.dk í dag.