Seinasta sunnudag fór ein heldur sjáldsom hending fram á einum alibrúki hjá Lerøy við oynna Frøya í Noregi. Ein risastórur tunfiskur á 325 kilo - ella heili 650 pund - var endaður inni í einum av aliringunum.
Tað váttar samskiftismaðurin hjá Lerøy, Krister Hoaas, yvirfyri iLaks.
- Tunfiskurin hevði gjørt eitt hol í nótina á 22 metra dýpi. Kavarar fóru niður og seymaðu nótina aftur, áðrenn tunfiskurin varð tikin upp úr nótini. Vit hava ikki staðfest, at laksur er rýmdur úr nótini, sigur Krister Hoaas.
Hann vísir á, at tunfiskurin er seldur til Laks & Vilt í Oslo, sum er ein partur av Lerøy Seafood Group. Umleið somu tíð í fjør endaði eisini ein tunfiskur inni í einari nót hjá felagnum í Trøndelag.
Sambært Havgranskingarstovninum í Noregi kann tunfiskur av hesum slag gerast meira enn tríggjar metrar langur. Hann kann viga meira enn 500 kilo og gerast eini 30 ára gamal.
- Tunfiskur er velduga góður og eftirspurdur matfiskur, og ein stórur tunfiskur kann seljast fyri fleiri miljónir krónur, veit Havgranskingarstovnurin at siga.