Risin heldur fram í Klaksvík

Team Klaksvík hevur tryggjað sær strikuspælaran fyri komandi kappingarár

Team Klaksvík er í holt við at fyrireika komandi kappingarár. Felagið hevur nú gjørt sáttmála við stóra íslendska strikuspælaran, Hörður Fannar Sigþórsson.

 

Hann spældi fyrst nøkur ár í Kyndli, umframt eitt skifti í týskum hondólti, áðrenn hann kom aftur í grønu troyggjuna. Undan farna kappingarárið skifti hann til Team Klaksvík, sum veruliga er farið at gera um seg.

 

Felagið fekk 16 stig í ár, og endar næstaftast. Okkurt árið hevur liðið havt torført við bara at fáa tað eina stigi, men í ár hevur gingið nógv betri. Ein av orsøkunum er Hörður Fannar Sigþórsson, sum nú heldur fram í felagnum til komandi kappingarár.