Til arbeiðis
Hin 1. desember í 2009 varð Oddbjørg Højgaard, sum er ættað av Toftum, men búsitandi í Havn, sett í starv sum stjóri á Hotel Hafnia.
Oddbjørg er kanska serliga kend frá tíðini, tá hon var stjóri í egnu fyritøku síni, Dekostovuni (1991-2005).
Sum ung starvaðist hon á SMS Teknistovuni (1984-1991).
Tá Team 85 keypti Dekostovuna í 2005, flutti hon við fyritøkuni, og tá so Team 85 og Repro Z løgdu saman undir heitinum Sendistovan í 2007, kom hon í starv har sum ráðgevi.
Áðrenn hon tók við stjórastarvinum á Hotel Hafnia, var hon framvegis í starvi á Sendistovuni, haðani hon nú er í farloyvi í eitt ár.
Alt er nýtt
Vit hava spurt Oddbjørg, hvussu hon trívist í nýggja starvinum, har hon nú líkasum situr hinumegin borðið. Við síni útbúgving sum dekoratør í visuellari marknaðarføring, hevur arbeiði hjá henni í mong ár verið at gjørt ymiskar uppgávur og lýsingarátøk fyri handlar, fyritøkur og stovnar, men sum stjóri er tað nú hon, sum á ymiskan hátt sjálv hevur brúk fyri slíkum tænastum.
- Nú eri eg so nýggj í hesum starvi, sum eg ongar royndir hevði í, tá eg byrjaði. Alt er nýtt, og her er nógv at seta seg inn í av ymiskum slagi – alt frá dagligu arbeiðsgongdini og ymisku uppgávunum til lógargreinar, sum viðvíkja teimum loyvum, vit hava og virka undir. Tá eg byrjaði, kendi eg at kalla einki til alt hetta, sigur hon.
Oddbjørg vísir á, at tá tú ert stjóri og situr við høvuðsábyrgdini, snýr henda ábyrgd seg ikki bara um dagliga virksemi at fáa alt at koyra og hanga saman, men hetta snýr seg um alt – líka frá samráðingum um sáttmálar, skeinkiloyvi, brunaumsjón og rakstur.
- Men Hotel Hafnia er ein væl virkandi fyritøka. Vit hava ein góðan køk, góðar kokkar og góð starvsfólk. Fleiri hava arbeitt leingi á hotellinum, og tey eru gull verd fyri fyritøkuna. Samanblandingurin av teimum, sum hava verið her leingi og teimum, sum eru nýggjari í fyritøkuni, gevur okkum eitt gott grundarlag at reka fyritøkuna og veita okkara viðskiftafólkum eina góða og dygga tænastu.
Opin leiðari
Oddbjørg sigur, at starvsfólkini eru ógvuliga positiv og dugnalig.
- Mítt ynski er at vera ein opin leiðari, sum kann gera, at vit hava eitt stabilt arbeiðspláss, har starvsfólkini hava innlit og eru trygg við støðuna. Eg vil gjarna, at starvsfólkini skulu føla, at tey vera hoyrd – og at tey eru krumptappurin í fyritøkuni.
Stjórin sigur, at hon hevur fingið nógvar positivar og gevandi viðmerkingar, síðan hon tók við starvinum.
- Eg eri ovfarin av, at fólk, hava lagt lepar og sent teldupost, har tey takka fyri góða tænastu. Hetta er eggjandi og stimbrandi og ger, at vit líkasum føla, at vit nú hava rist dýnurnar av nýggjum og lýta frameftir við góðum treysti, sigur nýggi hotellstjórin.
Einki serligt
- Eg havi verið stjóri í egnari fyritøku í 15 ár, og eg síggi ikki tað heitið sum nakað serligt. Nú er tað so mín uppgáva saman við mínum starvsfólki at skipa mannagongdir sum gera, at vit kunnu veita okkara viðskiftafólkum eina fyrimyndarliga tænastu, samstundis sum hetta er eitt gott arbeiðspláss, har fólk veruliga trívast.
Hotel Hafnia hevur eini 30 fólk, sum arbeiða fast á hotellinum og sum røkja tær uppgávur, ið virksemið hevur við sær. Gjøgnum eitt ár eru tó nógv fleiri fólk á lønarlista, tí í summarhálvuni er manningin væl størri.
Hotellstjórin sigur, at allar tænastur, sum hotellið veitir, hava stóran týdning fyri raksturin.
- Eitt er matstovuvirksemið, sum vit leggja stóran dent á, annað er catering, har vit koyra mat út til ymiskt virksemi, sum er aðrastaðni í býnum ella kring landið. Talan kann eitt nú vera um fundarvirksemi, konfirmatiónir ella brúdleyp. Við mati út av húsinum veita vit eisini tænastu við koyring og servering á staðnum, um tað er ynskiligt, sigur Oddbjørg.
Eitt av teimum stóru tiltøkunum, har Hotel Hafnia stóð fyri mati og servering, var árliga vinnustevnan FaroExpo, sum á hvørjum heyst verður hildin í Runavík.
- Vit hava eisini ymiskar pakkar, har ráðstevnur verða hildnar á hotellinum, og uppi í hesum pakkum er høli, matur – og gisting, um tað er ynskiligt í sambandi við hesi tiltøk, sigur hon.
Ógvuliga spennandi
Oddbjørg Højgaard heldur, at nýggja avbjóðingin, sum hon nú hevur fingið, er øðrvísi og stór, men hon er eisini ógvuliga spennandi.
- Enn havi eg verið so stutt í starvinum, men hetta tykist at vera ein sera spennandi og lærurík uppgáva, og eg vóni, at eg kann gera mítt íkast til, at vit øll, bæði starvsfólk og eigarar, kunnu fegnast um tíðina, eg eri her. Sum eg nevndi, eri eg í farloyvi úr mínum starvi á Sendistovuni. Hetta er ein nýggj og spennandi verð fyri meg og soleiðis, sum henda fyrsta tíðin í nýggja starvinum hevur verið, dámar mær hetta ógvuliga væl – og eg eri ikki minni tendrað nú enn áður, sigur Oddbjørg Højgaard.
Vit kunnu leggja aftrat, at mamman er Oda, sum er ættað úr Kaldbak og pápin Dávur, sum er toftamaður.
Umframt at vera dekoratør í visuellari marknaðarføring, hevur Oddbjørg Højgaard eisini handilsskúlaútbúving og eftirfylgjandi leiðsluútbúgving.