Nólsoy: Var tað ikki fyri umboðini hjá tíðindatænastuni, so var einki ferðafólk við Rituni til Nólsoyar kl. 7:55 í morgun.
Hetta man kortini hoyra til undantakið, tí túrin frammanundan vóru eini 40 nólsoyingar ávegis til Havnar. Og tá Ritan legði frá landi í Nólsoy kl. 8:23 vóru 20 ferðandi við.
Eitt av hesum ferðafólkum var tann 38 ára gamla Vígdis Bjarnadóttir, ið starvast sum bókavørður á Landsbókasavninum í Havn.
Hesin stutti túrurin um Nólsoyarfjørð er gerandiskostur fyri hana, og er tí ikki nakað hon soleiðis gongur og hugsar um gjøgnum dagin.
Fyri hana og øll hini 19 ferðafólkini er tað av størsta týdningi, at tey kunnu sleppa til Havnar, tá rutan er. Og tað eru tey so sanniliga sloppin gjøgnum árini: Kann nakað sigast um Rituna so er tað, at hon hevur verið álitið sjálvt hjá teimum 260 íbúgvunum í Nólsoy.
Fyri Vígdis hevur tað ikki so øgiliga stóran týdning, at tað er vorðið 5 krónur dýrari at ferðast fram og aftur við gildi frá nýggjárinum.
Hon vil fegin gjalda henda kostnaðin sum er. Men hon slær samstundis fast, at gleðin hevði verið uppaftur størri at goldið fyri ferðslan, um ein endalig loysn var funnin á farleiðini um Nólsoyarfjørð.
- Hetta er eitt mál sum vit arbeiða við, sigur Vígdis Bjarnadóttir, sum er partur av einum arbeiðsfólki, hvørs endamál er at tryggja nólsoyingum eitt betri skip til farleiðina.
12 ella 25%
Tað loypti helst hvøkk á mong ferðafólk, tá tað herfyri frættist um tvær álvarsamar ætlanir hjá Strandferðsluni: Bæði at hækka prísin á ferðaseðlum, samstundis sum ein minkaði um túratalið á rutunum kring landið.
Eitt var sjálvandi at hækka prísin á ferðaseðlunum. Eitt annað var at hækka prísirnar so mikið sum ætlanin upprunaliga var: Heili 25%.
Undir endaligu viðgerðini av fíggjarlógini undan jólum í fjør varð avgerð kortini tikin um, at prísirnir bert skuldu hækka 12%.
Fyri Vígdis Bjarnadóttir og aðrar nólsoyingar merkir hetta, at teir nú skulu gjalda 45 krónur fyri ferðina um Nólsoyarfjørð.
Áður kostaði ferðaseðilin 40 kr, men varð endaliga uppskotið samtykt hevði ferðaseðilin ístaðin kostað 50 kr.
Rópa fyri at hoyrast
Við heimstaði í Nólsoy og arbeiðsstaði sínum í høvuðsstaðnum, veit Vígdis alt um, hvussu tað er at hava Rituna sum álit á samferðsluøkinum.
Hóast mangir nólsoyingar hava sagt og framvegis siga, at ”Ritan er gauv”, so er hon kortini ikki betri enn so, enn at tey ynskja sær eitt annað og meiri tíðarhóskandi skip til farleiðina.
Eitt tað fyrsta, sum hon nevnir sum verandi ótíðarhóskandi og beinleiðis óhøgligt umborð, er tann nógvi larmurin niðri í salongini.
- Her er so nógvur larmur, at ein má næstan rópa til tann sum tú tosar við. Annars hoyrir ein einki, slær hon fast.
Eitt annað sum ørkymlar tey ferðandi á Nólsoyarleiðini er ringa luftin í salongini. Ein kundi annars væntað, at tey fingu fríska luft undir ferðini.
Sannleikin er í roynd og veru hann, at henda ”fríska” luftin kemur úr maskinrúminum!
Hætta sær ikki avstað
Eitt annað barometur fyri komfortinum á eini farleið er, hvussu tað er hjá teimum ferðandi at koma umborð og í land av skipinum.
Í hesum føri skilst á fólki, at Ritan dumpar í so máta!
Áður var bert ein landgongd sett upp, og máttu tey ferðandi fara eftir hesi. Var nógv flóð stóð landgongdin meiri at kalla steyrrætt, og tá er lætt at hugsa sær, hvussu trupult tað var hjá fólki við barnavogni, koyristólum og øðrum at koma umborð.
- Tað vísti seg eisini, at trupulleikin var soleiðis, at eldri fólk nærum ikki hættaðu sær at fara til Havnar av hesi orsøk, sigur Vígdis álvarsom á málinum.
Nú eru tíbetur gjørdar ábøtur á landgangin í Nólsoy, har ein rampa, sum varð sett upp í fjør, ger tað meiri høgligt hjá fólki at sleppa umborð og í land aftur.
Á dekkinum
Ritan er útgjørd við eini salong, sum kann taka upp til 125 ferðafólk. Hon er somuleiðis útstýrd við einum rúmi á dekkinum, og sum hevur verið nýtt til ymisk endamál, m.a. sum sjúkrarúm.
Í dag er hetta rúmið eitt hent tilhaldsstað hjá fólki við koyristóli – og sum í morgun, hjá fólki, ið skulu ørindi til Havnar við barnavogni.
- Fyrr vórðu fólk noydd at standa úti á dekkinum í øllum veðri, men í dag eru hesar umstøðurnar vorðnar betri.
- Hinvegin eru hurðarnar til ampa fyri tey ferðandi, eins og tey mugu biðja onnur fólk flyta seg, so at tey sleppa inn og út úr rúminum. So tú skilir, at umstøðurnar eru ikki sørt óhøgligar, slær Vígdis fast.
Í hesum sambandi er eisini vert at nevna, at allur farmurin til og úr oynni verður lossaður umborð. Her er ikki annað at gera, enn at brúka og svinga kranan yvir økið, har ferðafólkið stendur.
- Spurningurin er, hvussu forsvarligt hetta er!
Avlýsir ongatíð
Hóast mangir nólsoyingar – og onnur ferðandi við – helst høvdu ynskt sær eitt annað skip, duga tey illa at ímynda sær eitt lív uttan gott ferðasamband um Nólsoyarfjørð.
- Jú, sjálvandi eru vit væl nøgd við siglingina. Ritan er sera álítandi og avlýsir ongan túr orsakað av veðri, slær Vígdis Bjarnadóttir fast.
Hetta er eisini orsøkin til, at fólk í Nólsoy altíð hava verið so fegin um Rituna, sum eisini hevur røkt farleiðina til Nólsoyar síðani hon kom til landið.
Túratalið hava fólk eisini verið fegin um, og tað er neyvan nakar nólsoyingur sum ynskir sær færri túrar enn í dag. Ein slíkan dag sum í dag, mikudagin, siglur hon sjey ferðir millum Havnina og Nólsoy.
Onkran dag verður Ritan nýtt sum farmaskip hjá skúvoyingum, og hesar dagarnar eru tað tey, sum sakna túrin á middegi. Er onkur sum umhugsar at arbeiða hálva tíð í Havn, mugu tey annaðhvørt fara fyrri frá arbeiði enn ætlað, - ella tey mugu bíða til túrin kl. 16:20.
Vígdis heldur lítið um ætlanina at fækka túrarnar hjá Rituni. Ja, hon skýrir tað beinleiðis sum ”hol í høvdið”:
- Tað er eingin skilagóð loysn at lækka túratalið hjá okkum. Eg meini so við, - hvat kostar henda rutan?
- Tað kann neyvan vera tann stóra útreiðslan, um man setur tað upp ímóti týdninginum sum farleiðin hevur fyri okkum sum búgva herúti. Serliga um politikkararnir meina nakað við at fólk framvegis skulu búgva á útoyggjunum, slær Vígdis Bjarnadóttir rimmarfast.
Tann endaliga loysnin bíðar
Gjøgnum tíðirnar hava skiftandi skip røkt hesa leiðina. Tey seinnu mongu árini hevur Ritan kortini verið álitið hjá nólsoyingum.
Nú er líkt til, at enn ein broyting er á skránni í hesum sambandi. Gongst sum ætlað, fer Ternan at røkja hesa farleiðina, helst longu í vár sum skilst.
Vígdis Bjarnadóttir er ikki fult greið um, hvat hon skal halda um hesa loysnina. Fyri hana er bert ein einstøk loysn – ein varandi loysn:
- Eg hevði heldur viljað at ein kom fram við eini varandi loysn. Ein loysn sum var skræddaraseymað til okkara tørv, og sum verður gjørd eftir okkara ynskjum, sigur hon álvarsom á málinum.
Ein heilt annar spurningur er eisini, hvar tað ”nýggja” skipið skal liggja: Skal tað vera inni á kajuni ella úti á Klivum, har flakavirkið var í síni tíð?!
Bygdarfólkið hevur hoyrt graml um, at Ternan skal leggja at úti við Klivar. Hetta halda tey ikki serliga nógv um, tí her er talan um eina kaj sum í veruleikanum er brotin.
Er høg flóð so kunnu aldurnar bróta niðan har sum fólkið skal ganga til bátin, og tá kann ein rokna bæði við einum og øðrum liggjandi á bryggjuni, m.a. hvalspýggjum og tara.
- So tað verður neyvan stuttligt hjá okkum ferðandi at fara vassandi gjøgnum slíkt tíðliga á morgni í myrkri og ringum veðri, sigur Vígdis.