Ritan kostar eina miljón

Strandfaraskip Landsins hava nú fingið tilboð upp á umvælingina, og tey verða nú viðgjørd. Kringvarpið visti í dag at siga, at tað fer at kosta eina miljón krónur at umvæla strandfaraskipið Rituna, nú tað vísir seg, at teringur er í botninum á skipinum.

Uppi í hesum kostnaði er eisini avloysaraskip fyri Rituna, meðan hon er úr sigling.

Vinnumálaráðið hevur umvegis Fíggjarmálaráðið biðið fíggjarnevndina um eina miljón krónur, nú Ritan skal á sleipistøð.

Tað var fyri einari viku síðan, at DNV, Det Norske Veritas, staðfesti, at teringur er í botninum á Rituni.

Strandfaraskip Landsins hava nú fingið tilboð upp á umvælingina, og tey verða nú viðgjørd.

Kringvarpið visti í dag at siga, at kostnaðurin er ein miljón krónur, og tá eru pengar íroknaðir til at leiga Alpha Pilot og Dragaberg, sum sigla fyri Rituna.