Mitt í hjartanum í íslendska høvuðsstaðnum liggur Ørkin.
Ein snotuligur bygningur, sum stendur tilbúgvin at bjóða teimum vitjandi tær tænasturnar, sum eitt slíkt hotell eigur.
Tað sjáldsama við hesum heiminum er at øll starvsfólkini eru føroysk teirra millum tríggjar ungar gentur: Olga Arnfinnsdóttir úr Íslandi, men sum hevur búð í Klaksvík í sjey ár, Rebekka Petersen úr Kollafirði og Jonna Joensen Undir Gøtueiði.
Hóast tær eru úr so ymiskum støðum so hava tær tað sera gott saman.
- Jú, vit trívast væl saman. Og tað er gott, sigur 19 ára gamla Olga.
Hon byrjaði á sjómansheiminum fyrr í summar hálva tíð, men arbeiðir nú fulla tíð.
Fjølbroytt arbeiði
Tað er hugnaligt at koma innar á sjómansheimið. Her valdar friður og her kemur ein beint inn í eitt føroyskt umhvørvi.
Í móttøkuni í dag situr Olga. Hennara arbeiði her er til dømis at skriva rokningar og bíleggja vørur.
Umframt hetta er hon við í tí meiri praktiska arbeiðinum, til dømis rudda, ordna morgunmatin, vinda Merkið á stong og rudda hotellið.
- So tú skilir, at hetta er eitt fjølbroytt arbeiði. Eg havi so altíð nóg mikið at tríva í, sigur Olga.
Hon verður avbrotin av starvsfelagum sínum, Jonnu og Rebekku, sum koma til diskin fyri at vita, hvat kamar tær nú skulu fara undir at rudda.
Altíð saman
Hesar báðar føroyskur genturnar, Olga og Rebekka trívast eisini væl saman.
Tær kendust áðrenn tær fóru til Íslands út frá tiltøkunum sum verða hildin í samkomuhúsinum Kelduni í Skálafirði.
Men nú tær eru saman her, eru tær vorðnar nógv meiri knýttar hvør at aðrari. Her arbeiða tær saman og her eru tær saman í frítíðini.
Tær arbeiða hvønn dag, og hava fyri sovítt ongan frídag. Hinvegin so er arbeiðsdagur teirra ikki langur.
Tá tær hava frí so fylgjast tær eisini. Stuttur vegur er av sjómansheiminum til tvey vælumtókt og týdningarmikil støð hjá summum matstovan Perlan og so stóra keypsmiðstøðin Kringlan, har ein fær alt sum ein leitar eftir.
Men tær báðar hava eisini onnur áhugamál. Tær royna at vera sum mest í samkomuhúsinum Filadelfia, sum eisini liggur fáar minuttir frá sjómansheiminum. Her eru tað serliga ungdómsmøtini, sum teimum dámar væl.
- Hetta minnir so nógv um Kelduna. So her dámar okkum sera væl, sigur tær báðar við ein munn.
Blíð og fyrikomandi
Henda mikudagin vit vitjaðu sjómansheimið høvdu tær verið í sving allan fyrrapartin.
Tær høvdu longu gjørt nøkur kømur á einu hæddini, og hava nú gjørt hesi klár til teir næstu gestirnar. Nú vilja tær hava at vita, hvat stendur á skránni.
Hon, ið hevur skil fyri hesum, er Olga. Hon hyggur eftir dagsskránni, og sigur teimum so numrini á kømrunum tær skulu undir. Og so eru tær horvnar.
- Okkum dámar væl arbeiðið her. Her er nógv at gera, og haraftrat møta vit nógvum fólki bæði føroyingum og útlendingum.
- Vit royna at vera blíð og fyrikomandi móti teimum. Og tað vísir seg altíð, at tey eru blíð afturímóti, sigur Jonna, sum hevur arbeitt her síðani 1. august.
Hennara arbeiði er tað sum tradisjonelt kallast gongsgenta, og hevur saman við vinkonuni Rebekku sum arbeiði at vaksa kømur, gongd, trappur og er í móttøkuni um tørvur er á tí.
Fyribils verður hon her á sjómansheiminum til jóla.
Ein bólkur
Henda mikudagin var ikki so nógv fólk og gisti á sjómansheiminum. Her kann annars bæði talan vera um føroyingar, polendingar, belgiarar og hollendingar.
Men í morgun skiltist, at neyðugt var at gera nógv kømur klár fyrrapartin.
- Tað kemur ein bólkur úr Grønlandi í dag eini 15 fólk, sigur Olga
Tey skulu hava ráðstevnu her og hava tí brúk bæði fyri kømrum og salinum til fundirnar.
Jú, her er gongd á sjómansheiminum. Hetta er eitt føroyskt stað í Íslandi, men har allur heimurin er vælkomin!