Árligu jólatiltøkini hjá skótunum í Fuglafirði

Árliga sølutiltakið hjá KFUM- og KFUK-skótunum í Fuglafirði verður sunnudagin 28. nov. Tiltakið verður í skótahúsunum í Fuglafirði og byrjar kl. 16.00

Árliga sølutiltakið hjá KFUM- og KFUK-skótunum í Fuglafirði verður sunnudagin 28. nov. Tiltakið verður í skótahúsunum í Fuglafirði og byrjar kl. 16.00.

Sum undanfarnu árini verður aftur hópur av forvitnisligum dygdarlutum at vinna í jólaspæli, køkutombola og við lutaseðlum.

Til hugna og undirhalds verður bæði ókeypis kaffi og te við onkrum góðum heimabakaðum afturvið til tey vaksnu og saft til børnini. Sjálvandi vitjar jólamaðurin, og lutakast verður millum børnini um 3 forkunnugar jólakalendarar.

Annars fara skótarnir í Fuglafirði í desember mánaða, um veðrið verður til vildar, at seta upp eitt »sama-tjald« (eina LAVO) niðri í miðbýnum, har teir gera ymisk skótaarbeiðir, meðan teir bjóða teim vitjandi fløva og blíðskap, so at fólk koma í rættan jólahýr.

Øll eru sjálvandi hjartaliga vælkomin til øll tiltøkini.


Við skótakvøðu

Skótarnir í Fuglafirði