Árni Dahl 60 ár

Í gjár, mánadagin 31. juli, fylti Árni Dahl 60 ár. Árni hevur í mong ár verið nærlagdur og avhildin lærari á Læraraskúlanum, og hann er eisini kendur fyri at hava skrivað um ítrótt, fyri at hava gjørt nógvar útvarpssendingar og fyri at hava staðið fyri forlagsvirksemi.
Foreldrini hjá Árna vóru Bina fødd Johannesen (1914-85) og Óli Dahl (1915-92). Tey vóru bæði úr Funningi. Børnini hjá teimum eru Tóra Dahl Sandberg (1940), sum í mong ár hevur búð í Keypmannahavn, Andrass (1942) sum býr í Funningi, Árni og Nicolina (1956), sum býr í barnaheiminum í Klaksvík.
Fyrstu barnaárini hjá Árna flutti familjan í sambandi við, hvar pápin var lærari. Árni er føddur í Funningsfirði, fyrstu sjey árini búði hann á Viðareiði, og frá 1953 og til 1963 búði hann í Klaksvík.
Eftir at hava lokið realprógv í Klaksvík, fór Árni á Føroya Læraraskúla, har hann leyk prógv í 1969. Fyrsta árið var hann lærari í Klaksvík. So var hann í trettan ár á Venjingarskúlanum. Frá 1977 var hann tímalærari á Læraraskúlanum, og síðani 1983 hevur Árni verið í føstum starvi á Læraraskúlanum, har hann hevur undirvíst í føroyskum. Eisini hevur hann undirvíst í Hoydølum (1979), fleiri ferðir á Føroyamálsdeildini og síðani 1980 á eftirútbúgvingarskeiðum fyri lærarar.
1975-76 var Árni á ársskeiði á Fróðskaparsetrinum í føroyskum máli og bókmentum, og í 1977 leyk hann exam. art. prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum. 1989-92 og 1993-94 var Árni lærugreinaráðgevi í føroyskum á Landsmiðstøðini, og so hevur hann røkt fleiri onnur álitisstørv innan skúlagátt. Eitt nú var hann við til at stovna móðurmálslærarafelagið, sum hann var fyrsti formaður í (1981-86), og nú er hann formaður í málstevnunevndini, sum arbeiðir við at orða uppskot um almennan málpolitikk, og skúlabókanevndini, sum ráðgevur um føroyska skúlabókaútgávu.
Umframt fjøltáttaða og rúgvismikla virksemið, sum er nevnt omanfyri, hevur Árni verið ógvuliga virkin við penninum og sum fjølmiðamaður. Fyrsti spírin var, tá ið hann 1966-77 var ítróttarskrivari á Dimmalætting. Í 1974 gav hann Úr Føroya ítróttarsøgu 1 út. Hetta var fyrsta bind í ætlaðari bókarøð.
Tá ið Árni var givin at skriva um ítrótt, fór hann at skriva og leggja til rættis annað tilfar. Hann var í blaðstjørnini á Skúlablaðnum 1976-81, og hann var blaðstjóri og blaðmaður á Fríu Føroyum 1983-93.
Tørvurin á undirvísingartilfari í føroyskum hevur altíð verið stórur. Hetta hevur ofta verið nógv tosað um. Árni hevur verið framúr at gera nakað við trupulleikan. Hann hevur víst gott hegni, og hann hevur verið ein sonn eldsál.
1980-83 skrivaði Árni Dahl Bókmentasøgu I, II og III. Hóast fjórðingsøld er liðin síðani útgávurnar, so sigast hesar bøkurnar framvegis at verða ógvuliga nógv nýttar. Seinni hevur Árni skrivað, týtt og lagt til rættis eina rúgvu at tilfari og bókum, ið hava havt sum mál at bøta um tørvin á undirvísingartilfari. Eitt av stóru verkunum var Mállæran, sum hann í 1997 skrivaði saman við Paulivari Andreasen.
Í 1978 fór Árni undir forlagið Fannir. Forlagið hevur lagt til rættis og givið út umleið hundrað bøkur, og tað hevur kenst sum stuðul og íblásari hjá mongum, sum fyri fyrstu ferð royndi seg sum rithøvundi.
Árni Dahl giftist 15. august í 1969 við Marionnu Debes fødd Joensen. Tey eiga tvey børn  Tóta Árnadóttir (1970) og Teitur Árnason (1972). Tóta býr í Saltangará, og Teitur býr í Keypmannahavn. Árni eigur tríggjar abbadøtrar.
Marianna og Árni búgva bæði í Havnini og í Hattarvík, sum tey kenna at vera sanna perlu. Árni hevur havt fjarundirvísing fyri læraraskúlanæmingum úr Hattarvík, og har man hann eisini hava fingið so nógv annað frá hondini. Eitt nú hevur hann síðani 1990 gjørt nógvar útvarpssendingar um kvæði og dans. Sendingarnar vóru grundarlag undir bókarøðini Søga og stev, sum komu út 1996-2000. Árni hevur eisini skrivað Føroya Lærarafelag 100 ár (1998), Er tað nakað grøðandi? (1999), sum er brot úr søguni um heilivág og apotek, og ævisøguliga partin av Løgtingið 150 ár (2002).
Í 1996 fekk Árni virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik.
Sum unglingi í Klaksvík fyrrapartin av seksti árunum var Árni virkin í ítrótti. Hann spældi borðtennis í Glæmuni, har hann í 1963 vann FM fyri einstaklingar í meistaradeildini, og á dreingjaliðnum hjá KÍ var hann við til at vinna meistaraheitið í 1962. Í læraraskúlatíðini og eisini aftaná spældi hann flogbólt, og tá sást aftur nógv til góða bólteygað og taktiska snildið.
60 ára føðingardagin var Árni saman við familjuni staddur í Keypmannahavn. J