Árni Dam heiðraður við medalju

Russiski uttanríkisráðharrin hevur gjørt av at heiðra Árna Dam, sum er russiskur konsul í Føroyum, við medalju.

 

 

Árni Dam, sum er russiskur konsul í Føroyum, er enn einaferð heiðraður av russum, sum vilja vísa á, at teir virðismeta tað arbeiði, sum hann á ymiskan hátt hevur gjørt fyri russisk útgerðarfeløg og russisk sjófólk í Føroyum gjøgnum mong ár. 

- Tað var í desember í fjør, at eg fekk eitt bræv frá russiska sendimanninum í Keypmannahavn, sum eisini hevur verið inni á gólvinum hjá mær her heima í Føroyum. Í brævinum stóð, at russiski uttanríkisráðharrin ynskti at geva mær eina medalju.

Árni Dam sigur, at í juli mánaði í fjør var russiski sendimaðurin í Keypmannahavn í Føroyum, og tá var hann eisini inni á gólvinum hjá Árna Dam. - Vit grillaðu og sótu uttan fyri í góða føroyska summarveðrinum. 

Hann sigur, at hann var bjóðaður niður til Danmarkar at taka ímóti medaljuni, tá tað einaferð fór at liggja fyri hjá sær. Men, nú var tað soleiðis, at systirsonur hansara, Harald Bjørgvin, kortini var í Danmark.

- Jú, tað var í lagi, at hann kundi taka ímóti medalju og brævi, har uttanríkisráðharrin vegna russisku myndugleikarnar við hesi medalju vilja vísa sítt stóra takksemi fyri tað arbeiði, eg á ymiskan hátt havi gjørt fyri russisk útgerðarfeløg og russisk sjófólk í Føroyum gjøgnum hesi mongu ár.

Árni Dam vísir á, at hann hevur brúkt ein stóran part av sínum lívi til samstarv millum Russland og Føroyar, og sum mongum kunnugt vóru Føroyar eisini fyrsta land í okkara parti av heiminum, sum fekk eina sínámillum fiskiveiðiavtalu við Russland.

- Á skalinum, sum fylgir medaljuni, er bæði stempil frá russiska uttanríkisráðharranum og hansara undirskrift. Eg gleðist um, at teir virðismeta tað arbeiði, sum eg havi gjørt, men hetta er ikki nakað, sum slær í høvdið á mær, sum Árni Dam tekur til.

Árni Dam gjørdist russiskur konsul í Føroyum í 2003, men í mong ár fyri ta tíð umboðaði hann russisk skip í Føroyum, og hann var eisini drívmegin aftan fyri, at føroyskar skipasmiðjur fingu í lag avtalur um at umvæla russiskar trolarar í Føroyum.

- Eg fekk eisini riddarakross frá russisku stjórnini í 2007. Sum eg skilti tá, høvdu teir givið sjey riddarakrossar til sendimenn, og av hesum góvu teir mær ein. Tað er mær eisini sagt, at Russland hevur 29 russiskar sendimenn kring um í Vesturheiminum, og tað er bara ein av hesum sendimonnum, sum ikki er russi, og tað eri eg.

Gjøgnum árini, sum umboðsmaður hjá russiskum útgerðarfeløgum og sjófólkum í Føroyum, hevur Árni Dam fingið eitt ótal av ymisku diplomum. - Tá russar fara at halda tjóðardag hin 11. juni, eru konan og eg boðin við til hátíðarhaldið í Keypmannahavn, og vit hava fleiri ferðir áður verið við til hetta stórsligna hátíðarhald, sigur hann við In.fo.

At enda ynskir Árni Dam at takka øllum føroyingum, sum aftur í ár lótu ein hóp av jólapakkum til russisk sjófólk. - Sjófólkini eru ógvuliga fegin um hesar gávur og vilja takka mangar ferðir fyri trúføstu gávurnar úr Føroyum, leggur hann aftrat.

##med2##