##med2##
B36 helt stásið við líka við at vinna 7-2 á ÍF á ovara vølli í Gundadali i dag. Í steðginum var B36 á odda 4-1. Undir dystinum eydnaðist tað ÍF at minka um munin til 1-2 og til 2-5.
Árni Frederiksberg skoraði tvey mál, í báðum førum var talan um langsskotsperlur. Brian Jakobsen skoraði eisini tvey mál. Hini málini skutu Hugin Samuelsen, Erling Dávidson og Stefan Radosavljevic. Hans Jákup Lervig og Karl Løkin skoraðu fyri ÍF við góðum skotum útifrá.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum níggju málunum í dystinum.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Árna Frederiksberg, ið greiddi frá sínum vøkru málum. Tað iðrar tó Árna, at ÍF fekk tvey mál. Tað var ikki við í ætlanini. Í B36 eru teir tó glaðir fyri, at teir loksins eru byrjaðir at skora fleiri mál.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ÍF-venjaran, Hans Jørgen Djurhuus, ið er alt annað enn nøgdur við avrikið. Hópurin hjá ÍF er tunnur, men Hans Jørgen heldur seg kunna manna lið til komandi dystin móti KÍ á útivølli.