Árni hevur longt við B36

Árni Frederiksberg og B36 hava gjørt nýggjan sáttmála.

B36 hevur longt um sáttmálan við Árna Frederiksberg, soleiðis at hann eisini spælir við felagnum í 2020. Tað boðar B36 frá á heimasíðu sínari í dag.

Talan er um ein eitt ára sáttmála hjá vongleikaranum, ið kom til B36 úr barndómsfelagnum NSÍ undan hesum kappingarárinum.

- Árni, sum kom til B36 í ár, hevur víst seg at fella væl til í felagnum, og eru partarnir glaðir fyri at kunngera at samstarvið heldur fram í minst eitt ár afturat, skrivar b36.fo.

27 ára gamli Árni Frederiksberg hevur hetta kappingarárið skotið sjey mál í 22 dystum fyri B36, allar kappingar íroknaðar.