Árni M. Dam, sum hevur verið fiskiskipari í mong ár og sum var við til at gera fiskivinnuskipanina í 1996, var eisini við sum einasti royndi fiskimaður í nýskipanarbólkinum.
Í tíðindabrævi í dag sigur maðurin, at tað er ein stór misskiljing, tá sagt verður, at fiskastovnarnir verða betri røktir undir einari kvotaskipan, sum landsstýrið nú ætlar at seta í verk.
- Har kvotur eru ásettar, verður í meðal fiskað munandi minni, enn áðrenn kvotur vórðu ásettar. At samanbera Barentshavið og føroysku grunnarnar er nærum tað sama, sum at samanbera landbúnaðin í fjallalandinum Sveis við landbúnaðin í landbúnaðarlandinum, Póllandi.
Árni M. Dam vísir á, at fiskidagaskipanin, sum vit hava í dag, er ein etiskt røtt skipan og kann saktans stýra fiskiskapinum líka væl - ella betri - enn kvotur, men ein fyritreyt er, at fiskidagaskipanin má stillast rætt.
Í nýskipanarálitinum vísir hann aftur, at tað er lættari at stýra fiskiskapi við kvotum. Hann sigur, at tá víst verður til, at nøkur av okkara grannalondum hava megnað at hildið eitt nú botnfiskastovnarnar nógv størri enn okkara undir kvotaskipanum, so er tað ikki rætt.
- Eitt nú hevur verið víst á gongdina við toskastovnurin undir Íslandi sum sera góða umsiting. Men, her má talan vera um eina misskiljing, tí besta veiðan hjá íslendingum av toski er sjáldan - ella ongantíð - komin upp á at tað, sum bretar fiskaðu sum miðalár í íslendskum sjógvi yvir longri tíðarskeið.
Árni M. Dam heldur tað vera heilt burtur við at samanbera skipini, sum fiska í Barentshavinum við tey, sum fiska undir Føroyum, tí kvotan í Barentshavinum er keypt við, at vit gjalda við uppsjóvarfiski og fáa síðan rættindi at veiða botnfisk í Barentshavinum.
- At gera samanberingar av rakstrinum hjá skipum undir so ymiskum fyritreytum gevur onga meining. Veiðiøkini í eitt nú Íslandi, Noregi og Barentshavinum eru heilt ymisk frá veiðiøkjunum undir Føroyum. Í Barentshavinum kanst tú toga í dagavís uttan at broyta kós og kortini hava nærum sama %-býti av fiskasløgunum í veiðini.
Hann sigur, at undir Føroyum er støðan heilt øðrvísi. Skapið av botninum í føroyska økinum ger, at tað er ein sera lítil partur, har tú fært tey fiskasløg, sum hava ein skjótan vøkstur sum eitt nú tosk, hýsu og upsa.
- Botnformur og samanseting broytist alla tíðina, soleiðis at sera torført er at fiska beinleiðis eftir einum ávísum fiskaslagi, eitt nú toski ella hýsu. Eitt tóv ella ein seta kann hava eitt ávíst %-býti av fiskasløgum, og um tóvað ella sett verður aftur í slóðina, so kann %-býti verða heilt øðrvísi.
Árni M. Dam vísir á, at verða kvotur brúktar til at stýra fiskiskapinum við soleiðis, at eitt ávíst tonsatal skal fiskast av hvørjum fiskaslagi sær, so má fiskiskapurin steðga, tá kvotan er rokkin.
- Hetta ger, at í blandingsfiskiskapi er sera stórur vandi fyri “high grading” á landgrunninum og á Føroyabanka. Bæði, tá tosað verður um at sortera smærri fisk frá, og tá tey skjótu skiftini eru millum toskastovnin og hýsustovnin, sum er nærum ómøguliga at taka hædd fyri í eini kvotaásetanini.
Árni M. Dam sigur, at hetta vita allir, sum hava fiskað undir Føroyum, og hetta var eisini tað, sum hendi undir royndini við kvotum í 1995.