Árni minkar um sítt reiðaravirksemi

Árni M. Dam á Norðskála er ikki longur reiðari á Thomasi Nygaard og Fugltúgvuni, men felagið hjá honum, P/F Jómar, eigur og rekur framvegis línubátin, Kúrberg


Reiðaraskifti 

Seinastu árini hevur Árni M. Dam á Norðskála verið reiðari á línuskipunum, Thomasi Nygaard og Fugltúgvuni. Hann var eisini reiðari og ein av eigarunum av línubátinum, Sigmundi, fyrrverandi Vaðhorn, sum hann fyrr í ár seldi P/F Eysturoy á Toftum. Tað var P/F Jómar, sum átti Sigmund. Felagið eigur og rekur framvegis línubátin, Kúrberg, sum eisini hevur snelluloyvi. Árni er tískil framvegis reiðari á Kúrbergi.
  Tað er felagið, P/F Line-Fish, sum eigur Thomas Nygaard og P/F Torvanes, sum eigur Fugltúgvuna.

Svágur tekur yvir

Frá umleið hálvum november í ár, hevur svágur Árna M. Dam, havnamaðurin, Dánjal Jákup Vilhelm, sum býr í Leynum, tikið yvir reiðaravirksemið hjá Thomasi Nygaard og Fugltúgvuni, sum Árni hevur havt um hendi.
  Skrivstovan er framvegis í hølunum hjá P/F Jómar á bryggjuni á Norðskála.
  Men Árni hevur ikki bara verið reiðari; hann hevur eisini verið formaður í Felagnum Línuskip í fleiri ár. Nú hann minkar um reiðaravirksemið, og svágurin yvirtekur tann størra partin, hevur Árni ynskt ikki at vera formaður í felagnum hjá línuskipum meira. Felagið hevði fund á Runavíkar Sjómansheimi sunnudagin, og tá varð annar formaður valdur.
  Sum tann skilamaður, Árni er, hevur hann eisini sitið í nevndum, sum hava ráðgivið um fiskiveiðina undir Føroyum.
  Nýggi reiðarin á Thomasi Nygaard og Fugltúgvuni, Dánjal Jákup Vilhelm, hevur átikið sær hetta starv í fyribils eitt hálvt ár.

Besta árið nakrantíð

Tað er eingin loyna, at árið 2002 ivaleyst er besta árið hjá okkara línuskipum nakrantíð. Fiskiskapurin hevur verið óføra góður, og hóast prísirnir hava verið lækkandi, eru nøgdirnar so mikið stórar, at árið 2002 fyribils fer í søguna sum tað, ið royndist best.
  Nú árið er runnið, er Sigmundur besti línubátur í flotanum.
  Skipari á Sigmundi, er eiðismaðurin og rokskiparin, Mortan Mortensen.