Árni og Bárður eru ikki við

Superveteranurin Christian Høgni Jacobsen er millum teir, sum eru á NSÍ beinkinum

Tað verður einki at síggja til Árna Frederiksberg og Bárð J. Hansen á NSÍ liðnum, sum um eina løtu fer á Tórsvøll at spæla finalu ímóti B36.

Hvørki annar ella hin er á dómaraseðlinum.

NSÍ liðið er mannað soleiðis:

Símun Rógvi Hansen – Jens Joensen, Per Langgaard, Jan Ó. Ellingsgaard – Jann Benjaminsen, Karl Løkin, Pól Jóhannus Justinussen, Betuel Hansen, Einar Tróndargjógv – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen

 

NSÍ venjarin Anders Gerber ásannar, at tað kemur illa við, at teir báðir, Árni Frederiksberg og Bárður J. Hansen – eru so mikið skaðadarvaðir, at teir ikki eru førir fyri at spæla:

-Men vit hava aðrar spælarar, sum vit hava álit á, og eg rokni avgjørt við, at tað liðið, sum fer á vøllin, hevur møguleika at vinna ímóti B36. Avgerandi er tað, at vit vísa okkum frá okkara bestu síðu og at vit megna at vinna úrtøku úr møguleikunum. At so nógvir áskoðarar stuðla okkum eigur bara at vera okkum til fyrimunar, sigur Anders Gerber.

 

Merkisvert er tað, at ein av teimum á NSÍ beinkinum er Christian Høgni Jacobsen. 37 ára gamli veteranurin hevur spælt 246 landskappingardystir í bestu deildini, og hann hevur skorað 126 mál. Í steypakappingini hevur hann spælt 41 dystir og skorað 24 mál.

 

Á NSÍ beinkinum eru Karstin Hansen, Chrisitan Høgni Jacobsen, Haraldur R. Højgaard, Jonleif Højgaard, Bogi Løkin, Mórits Heini Mortensen og Andri Benjaminsen.