Fløgan er tó sermerkt á tann hátt, at allir tekstirnir eru skrivaðir av hvalbinginum Jákup Paula Thomsen, vanliga nevndur Jákup Pauli á Brekkuni.
Jákup Pauli á Brekkuni andaðist fyri nøkrum árum síðani, men eftir hann lá millum annað ein rúgva av tekstum, og tað eru teir, sum nú koma út á fløguni hjá Árna og Marnar.
Árni Andreasen hevur gjørt løg til tekstirnar hjá Jákup Paula á Brekkuni, sum nú koma út á fløguni "Føroyar - mítt land".
Tað er annars ikki meiri enn eitt ár síðani, at brøðurnir báðir góðu út eina andaligu fløgu, sum skuldi stuðla arbeiðinum hjá Frelsunarherinum. Árni og Marnar Andreasen siga, ætlanin við fyrru fløguni eydnaðist sera væl, og at teir nú eru spentir upp á at vita, hvussu nýggja fløgan verður móttikin.
Tað eru Eyðfinn Thomsen og Árni Andreasen sum hava staðið fyri arbeiðinum av at fáa fløguna út, meðan Garagan við Jóannes Jakobsen hevur staðið fyri hópframleiðsluni.