Árnmar Fríði Mellemgaard 67

Í dag, fríggjadagin hin 13. juli, er ársdagur hjá faðir okkara, Árnmar Fríða Mellemgaard.
At gerast 67 ár í dag má kennast sum ein heldur øðr­vísi ársdagur fyri ein mann sum babba, og tó. 67 ár er aldurin, har flest fólk steðga yrki - og í summum førum lívs­yrki sínum og seta seg væl til rættis at taka sær av løttum tað ið eftir er av fram­­tíð teirra. At steðga lívsyrki sínum kunnu vit sum børn at Árnmar ikki ímynda okk­um, at hann yvir­høvur hevði umhugsað. Hann er, sum flest fólkum kunnugt, ein sera reystur og arbeiðs­hug­að­ur maður, ið aldrin setist hendur í favn. So seint sum fyrr í hesi viku ringdi ein versonur hansara, ið hevur egna fyritøku í Havn, og biður Árnmar koma at arbeiða hjá sær í nakrar dagar, nú hann er heimkomin frá Sam. Gamli sigur aldrin nei til eina hjálpandi hond. Tað ger hann ikki, tí honum dámar sera væl at vera ímillum familju og kenningar, og mest av øllum tí hann er reystur og íðin. Altíð kann mann líta á Árnmar, tí hann er av ”tí gamla slagnum” sum vit ofta plaga at siga um hann. Hann er íhaldssamur við stóra Í, líka so nógv sum hann er svín­ingur við stóra S, og hugsast kann at hesir stóru bók­stavir ganga væl hond í hond.
Í ungum árum vaks Árn­mar upp undir liðuni á Fridu Frederiksen, Niðri í Heimis­tovu, hjá gamla Jógvan sum vit kalla hann. Í 1955, tá Árn­mar hevur verið um 10 árs aldurin, flutti Frida niðan í klingrugarð - eisini kalla uppi í túni. Hetta, tí Jógvan giftist við Irenu, og tá bleiv í so trongligt hjá øllum at húsast niðri í heimistovu. Mamma Árnmar, Ingrid Mellemgaard, gjørdis álvarsliga sjúk av tuberklum, tá Árnmar hevur verið hálvt annað ára gamal, og mátti hon tískil til Havnar á Sanatoriið at liggja í 3 ár og bleiv eisini send niður til danmarkar í eitt tíðarskeið við tí vón um at gerast frísk aftur. Teir vóru 5 beiggjar tá, og pápi Árnmar, Henry, róði út undir føroyum í hesum tíðarskeiðnum. Tá mamma Árnmar kom heimaftur til Føroyar eftir at hava verið vekk úr Svínoynni í eini 5 ár, var Árnmar blivin so mikið gamal, um 6-7 árs aldurin, og var blivin so væl við Fridu og hennara húski, at hann bleiv búgvandi í húsunum hjá Fridu. Sum ungur, eini 16 ár, fór Árnmar til Havnar at ganga í real, har hann læs í 3 ár. Samstundis sum hann flutti til Havnar fyri at ganga í real, fór hann inn til foreldrini at búgva, sum tá vóru flutt til “Langatún” at búgva vegna betri lækna­hjálp. Tað tók honum ikki leingi at finna sítt pláss í sam­felagnum og fór sum ung­ur drongur til skips og hev­ur verið víða um heimin síðani.
Árnmar er giftur við Jonnu Mellemgaard, fødd Jo­hannesen. Tey eiga okk­um fimm, Sunneva er elsta dótturin, síðan koma Frida, Ingrid, Árnmar (y) og Alex. Har afturat hava tey ikki minni enn 10 ommu og abba­børn sum tey nýta so at siga alla sína tíð saman við.
Árnmar hevur øll síni faðirsár verið ein fyri­myndar-ligur faðir, ið ein kann hugsa sær. Tað eru sera mangar upplivingar og tískil eisini mong minnir, vit hava havt saman við faðir okkara. Tær heilt stóru upplivingarnar leita serliga til Svínoyar, har vit sum børn hava slitið mangar barnaskógvar. Vit minnast tá babba plagdi at hava okkum við eftir seyði yvir um fjøll, tá summarið vísti sína bestu síðu, og vit vóru við til at hoyggja hjá Jóannes bónda og gamla Jógvan. Eisini løturnar á seiðabergi og í fjøruni eru ógloymandi, tá kvøldini so fagurt heilsaðu uppá.
Nú, nógv ár seinni, tá ið vit øll eru vaksin til, ja so er faðir okkara tann sami sum tá. Í dag er tað ikki okk­um hann heldur í hond, tá ið túrar verða gingnir. Nei, hann heldur áfram við abbabørnum sínum sum hann er so ómetaliga høgt elsk­aður av. Nú, sum tá, fer hann túrar við teimum og ríkar dagin saman við teim­um. Tað er javnan at tank­arnir leita aftur til tíðina, har vit sjálvi vóru smá. Somu­leiðis plagdi hann at klemma og mussa okkum hvønn dag, halda okkum fast í hondini tá ið á stóð, og var vernd­argarður okkara, kendu vit okkum ótrygg á leiðini.
Góði babba, vit fimm ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum í dag, og má Harrin signa framtíð tína. Vit elska teg ómetaliga høgt og gleðast um at kunna vera saman við tær á hesum degi.
....
Sunneva, Frida, Ingrid, Árnmar og Alex