Í morgun hevur Grønlands Politi upplýst, at tvær ungar kvinnur eru raktar av skotum í býarpartinum, Nuussuaq í Nuuk.
Tað var klokkan 02.18 í nátt, at løgreglan fekk fráboðan um, at skot vóru at hoyra.
- Tvær ungar kvinnur eru særdar og vera viðgjørdar fyri skaðar, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi í morgun.
Lagt verður aftrat, at fimm fólk eru handtikin í málinum.
Eftir hendingina stongdi løgreglan eitt vegastrekki millum Sangoriaq og Nuussuaq, men seinni varð boðað frá, at vegurin var opin aftur.
Grønlands Politi vildi fyrr í morgun ikki siga meira hendingina í grønlendska høvuðsstaðnum, sum eitt nú Sermitsiaq umrøður.