Robbie Williams Jam í REX

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið kunnu áhoyrarar dansa og syngja við til allar kendu sangirnar hjá Robbie Williams

Robbie Williams er ein dýrur drongur. Hann hevur tað heldur ikki so lætt í hesum døgum við sínum persónligu trupulleikum. Tí er tað nærmast utopi at fáa hann til Føroyar at spæla. Men fært tú ikki tað besta, mást tú noyðast við tí næstbesta. Tað hevur Rex í øllum førum ásannað.
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið spælir nevniliga ein danskur bólkur í spælistaðnum. Tað sermerkta við bólkinum er, at hann bert spælir løg hjá Robbie Williams. Bólkurin, ið hóskandi nevnist Robbie Williams Jam, hevur fimm ár á baki, og sigast má, at bólkurin hevur verið væl móttikin í Danmark hesi árini. Meir enn 500 konsertir er tað blivið til, og nú gongur leiðin til Føroyar.
Sostatt verður møguleiki at dansa og syngja við til løg, so sum ‘Let Me Entertain You’, ‘Come Undone’ og ‘Angels’ í Rex um vikuskiftið.
Fleiri upplýsingar um bólkin eru at finna á www.robbiewilliamsjam.dk.