Venjarin hjá Manchester United kann í kvøld anda eitt sindur lættari, eftir at Robin van Persie við hatrrick tryggjaði Manchester United luttøku í fjórðingsfinaluni í Champions League. Manchester United vann 3-0 á Olympiakos á Old Trafford. Samanlagt vann Manchester United 3-2.
Eisini Borussia Dortmund er víðari, eftir ein samlaðan sigur á Zenit úr Russlandi.
Stríðsvilji á Old Trafford
David Moyes hevði gjørt pláss fyri bæði Danny Welbeck og Ryan Giggs, meðan eitt nú Adnan Januzaj, Marouane Fellaini og Nemanja Vidic ikki fingu afturval frá vikuskiftinum.
Manchester United spældi ikki dreymafótbólt, men teir stríddust væl og tóktust vilja tað meir, enn teir gjørdu í fyrra dystinum í Grikkalandi, sum Olympiakos vann 2-0.
Hóast Olympiakos hevði onkran stóran málmøguleika, so var tað Manchester United sum var vandamiklari og fekk málini. Fyrst varð brotsspark gjørt móti Robin van Persie, sum sjálvur umsetti til mál.
Í yvirtíðini í fyrra hávleik kom so týdningarmikla málið til 2-0. Wayne Rooney sendi bóltin flatt innfyri til Robin van Persie, sum aftur var tryggur og skoraði.
Avgjørdu í seinna hálvleiki
Í seinna hálvleiki legði Robin van Persie Manchester United á odda samanlagt. Hann sendi fríspark stutt uttanfyri brotssteigin beinleiðis í mál. Talan var ikki um nakað gott fríspark, men tað snýtti málverja, sum stóð á skeiva beini, tá bólturin trillaði framvið honum.
Olympiakos hevði bóltin nógv í seinna hálvleiki, men tú sat við eini kenslu av, at Manchester United hevði toliligt tamarhald á dystinum. Tað endaði við at heimaliðið helt fast um leiðsluna, sum tryggjar teimum luttøku í Champions League fjórðingsfinaluni.
Dortmund víðari
Borussia Dortmund kom ongantíð í trupulleikar í heimadystinum móti Zenit. Við einum 4-2 sigri við í bagaguni úr Russlandi skuldi nógv ganga gali, um Champions League finalistarnir frá í fjør ikki skuldu koma víðari.
Hulk gjørdi eina roynd at skaka heimaliðið, tá aftaná eitt korter smekkaði bóltin í kassan við frálíkum skoti langt uttanfyri brotsteigin. Sebastian Kehl stútaði heimaliðið upp á javnt fyri hálvleik.
Í seinna hálvleiki kom Zenit á odda 2-1 eitt korter fyri tíð við máli, sum José Rondon skoraði. TAð var tó ov lítið til at hótta samlaða sigurin hjá Borussia Dortmund.
Sostatt er øll liðini funnin til fjórðingsfinlauna. Tey eru Atletico Madrid, Bayern Munchen, Barcelona, Borussia Dortmund, Chelsea, Real Madrid, Paris Saint-Germain og Manchester United.
Champions League 1/8 finalur:
Manchester United (0) – (2) Olympiakos 3-0 (2-0)
1-0 Robin van Persie, 25 br
2-0 Robin van Persie, 45+1
3-0 Robin van Persie, 52
Manchester United vinnur samanlagt 3-2
Borussia Dortmund (4) – (2) Zenit 1-2 (1-1)
0-1 Hulk, 16
1-1 Sebastian Kehl, 38
1-2 José Rondon, 73
Borussia Dortmund vinnur samanlagt 5-4