Fyrrverandi Wolfgang sangarin Robin Walters Løvhøjten hevur innspælt jólaheilsan til sínar fjepparar.
Robin, ið er vældámdur dansitónleikari í Jútlandi hevur innspælt klassikaran Here Comes Santa Claus, og hevur lagt hann á youtube.
Robin hevur fleiri útgávur aftan fyri seg. Hann bleiv kendur á føroyska rokkpallinum sum kompromisleysur og hartrokkandi sangari í Wolfgang, men hetta nýggja lagið hjá honum er meira í stíl við hansara dansbandtónleik enn harða rokkin hjá Wolfgang.