Nógv fólk var komið at lurta í Vágsbotni, tá tónleikaúrmælingarnir frá Føroya Musikkskúla vístu síni kynstur fram.
Skansa Big-Band hevur verið á konsertferð í Íslandi, og nú savna tey saman til eina ferð til Brasilia í næsta ár. Konsertin í Miðlahúsinum var ein liður í hesi innsavnan.
Tað er Katrin Jørgensen, lærari á Musikkskúlanum í Havn, sum stjórnar Skansa Big-Band.
Tvey nýggj tónleikastykkir vórðu framførd sunnudagin; rokkstykki "Sólarklárt" eftir Atla Petersen og "Swingovski" eftir Eiriki Skála, alias Erikovj Skalavovskij.
- Hetta eru tvey av teimum fyrstu føroysku stykkjunum skrivað fyri big-band, sigur Katrin Jørgensen, lærari á Musikkskúlanum.
Musikkskúlanæmingarnir í Skansa Big-Band, sum framførdu tann nýggja føroyska big-band tónleikin, eru millum tíggju og fimtan ára aldur. Summi hava einans spælt í tvey ár, og onnur hava tóna í longri tíð.
Leiðarar og lærarar hjá Skansa Big-Band eru Atli Petersen, Eirikur Skála, og Katrin Jørgensen.
--
MYNDATEKSTUR: Swing, blues, rokkur, og latín frá Skansa Big-Band í Miðlahúsinum
Mynd: Eirikur Lindenskov