Rock legenda lagt árarnar inn

Keith Emerson, sum varð serliga kendur sum tangentspælari í gamla rockorkestrinum, Emerson Lake & Palmer, er deyður.

Tað skriva bæði BBC og fleiri aðrir útlendskir miðlar í dag.

Keith Emerson, sum var føddur í Yorkshire í 1944, var 71 ára gamal, nú hann doyði í gjár í heimi sínum í Santa Monica í California.

Keith Emerson var viðurkendur sum ein av bestu tantentspælarunum í teimum gyltu árunum hjá rocktónleikinum, serliga eftir hann fann saman við Greg Lake og Carl Palmer, og stovnaðu nýskapandi rockbólkin, Emerson Lake & Palmer.

Einki verður sagt um, hvørjum hann doyði av.

Trýst á pílin á myndini og hoyr Emerson Lake & Palmer spæla eitt av teirra kendu løgunum, Lucky Man.