Everton vann sær ein nýggjan fjeppara, tá felagið sunnudagin spældi heimadyst móti Reading. Millum áskoðararnar var nevnliga bio-aktuelli Sylvester Stallone – Rocky – og hann varð stórliga fagnaður av heimaáskoðarunum, tá hann var á vøllinum undan dystarbyrjan. Ein móttøka, sum eisini fekk Rocky at staðfesta, at hann nú er Everton-fjeppari restina av lívinum. Og tað er sum so ikki ringasti styrkurin hjá einum felag at fáa.