Hvat gert tú fyri at halda teg sunna?
- Eg haldi meg sunnan við at hugsa um at eta sunt, og so renni eg við Bragdinum.
Tað sigur Jóhanna Vang.
Hon vísir á, at tað at vera við í einum rennifelag, ger, at hon kemur meira út at renna saman við sínum rennivinum.
- Felagið skrivar út, nær tey fara at renna, og so verið eg hálað út saman við teimum, og hetta dámar mær væl.
Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur?
- Rørsla hevur stóran týdning fyri heilsuna. Eg føli meg nógv betri og orki eisini betri, tá eg eri virkin og renni. Tað er gott við góðari konditión, og tú kemur oftast skjótari fyri teg aftur, um tú verður sjúk.
##med2##
Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at vera virkin?
- Eg havi tað nógv betri likamliga og sálarliga við at renna. Eg hevði nógva pínu í rygginum, men eftir at eg byrjaði at renna, er tann pínan burtur. At fara ein rennitúr eftir ein strævnan arbeiðsdag, er gull vert, og eg føli meg væl aftaná. Eg renni úti í náttúruni, og tað er nakað so deiligt at hoyra øll ljóðini, sum her eru, sigur Jóhanna Vang.
(Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, seta vit fokus á heilsu)
Lesið eisini -
Eingin segði nakað tá eg vigaði 116 kilo - https://www.in.fo/news-detail/eingin-segdi-nakad-ta-eg-vigadi-116-kilo